Search
Close this search box.
Eg siti framan fyri telduna dagin langan, sjálvt um eg hati at sita framan fyri telduna so leingi. Eg orki einki longur, fyrr var eg altíð úti, Og mínir vinir, men nú sita allir framan fyri telduna og spæla okkurt spæl. Hey “Eg hati at sita framan fyri telduna”

Takk fyri brævið –gott at tú ætlar tær at gera okkurt við tín trupulleika.
Tað er bara ein, ið kann broyta hesa støðuna, og tað er tú. Eg skilji væl, at tú ert troyttur av, at tit altíð sita við telduna og spæla. Tit eru ung og hava brúk fyri luft og at røra tykkum. Er tað ikki eitt hugskot, at tit fara út og finna uppá okkurt úti? Ella hvat við at íðka onkran ítrott? Tað kunnu tit eisini gera saman.
Tá ið tú nú hatar at sita framan fyri telduna, so flyt teg og ver so djarvur at tú fær hini við. Tað kann vera, at onkur annar eisini hevur hug til at gera okkurt annað enn at sita frammanfyri telduna, men at ongin fær tikið seg saman til at flyta seg.
Vónandi finna tit uppá okkurt meira spennandi at gera, har tit koma út og fáa rørt tykkum eitt sindur.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…