Search
Close this search box.
Heyhey. okey, so er tad mín søga, sum eg hopi tit kunnu geva mær rá til skjótt vónandi :) Eg havi tad soo ringt, veit ikki, also, eri so forvirra. Eg dámi ein drong sum er ógvuliga ljótur í sær (bítturfrekur) hann hevur veri so øndur ímóti mær soo ofta. also raaduliga ofta men staduvekk dámi eg hann enn og komi barasta ikki yvur hann. Hann skrivar ofta til min osv, eg reini at vera sindur frek vid hann fyrst, timi ikki vera fitt vid hann tí hann hevur veri so frekur. men klari ikki leingi. eri bara ód vid hann í eina tíd, so klári eg ikki meir. tad er ringt at forklára. men, so tá man heldur at tad fer at virka, so hevur hann aaaaldrin tíd til mín. eg bidi hann koma og gera okkurt ella koma vitja meg, men nei. hann ger ongantid naka fyri meg. og tad eri ALTÌD eg sum havi kjempa fyri honum i fleiri ár nú. og nú havi eg fingi nokk. eg klári hann ikki meir, ikki tá hann er uppá henda mátan. nú eg segdi hann var frekur ímóti mær, meinast td vid hann hevur veri ódtrúgvur, hann gongur næstan bara eftir sex, hevur aldrin tíd til min osv. men staduvekk tá hann skrivar saman vid mær spælir hann SO fittur at eg felli meg bara meir og meir fyri honum. hann sigur at hann ikki heldur er komin yvir meg, men eg veit ikki hvat eg skal trúgva uppá og gera vid alt hetta?. simpulten. vissi eg hevdi givi honum ein cjans aftur, gevur hann sær slett ikki tíd til mín. og tad einasta vit gera tá vit eru saman er sex. mær dámar tad, men haldi tad blívur sindur ov nogv. menja, hava tit naka rád yvur hvat man skal gera? eg klári slett, also slett ikki koma yvur hann. havi reint simpulten soooo mega ofta, riggar fyrstadni, men so ‘bumm’ endi eg saman vid honum aftur, og gráti yvur hann og bla. hvat skal eg gera? hopi tit kunna hjalpa mær skjott, stravi at bera uppá hetta leingi avtrat. takk fyri.

Hey og takk fyri brævið!
Fyrst vil eg siga, at tað er gott, at tú ert tilvitað um, at tykkara parlag ikki er gott fyri teg. Tað ljóðar sum tú og hesin sjeikurin hava eitt “av og á” parlag, har tit skiftast um at stríðast. Hann stríðist fyri at fáa teg inn í parlagið. Tá tú hevur givið eftir, stríðist tú fyri at fáa hann at vera sum tú ynskir. Hetta sær út at vera eitt mynstur, sum endurtekur seg. Hann dregur teg inn aftur í parlagið, sum tú ikki ert nøgd við. Tá tú gevur eftir, ljóðar tað sum tú ert skuffað, tí hann ikki hevur tíð til tín, burtursæð frá kynsligari samveru. Eg kann ímynda mær, at tú kennir teg útnyttaða og lumpaða, tá hann sigur, at hann vil hava teg, men at tað í veruleikanum bara snýr seg um kynsliga samveru. Tað er so nógv annað, ein ynskir at gera saman, tá ein er forelskaður.
Sum skilst á brævinum, ynskja tit bæði at vera saman, men tit hava ikki somu væntanir til parlagið. Nú kemur tú ikki nærri inn á, hvat tú hevur sagt við hann, men tú skrivar, at tú hevur roynt alt. Tú skrivar, at tú ert ill við hann í byrjanini, men at tú so ikki klárar at standa ímóti. Tú nevnir eisini, at hann er ótrúgvur, men ikki um tað hendir ímeðan tit ganga saman.
Tú sigur sjálv, at tú ikki tímir hatta parlagið, sum tað er nú. Tíðin er komin til at tú mást gera upp við teg sjálva, hvat tú vilt. Fyrst kanst tú tosa við hann og fortelja honum, hvussu tú hevur tað. Um tú ynskir at varðveita parlagið við hann, men ynskir broytingar, kanst tú siga honum, hvat tú ynskir og krevur av honum. Eisini kanst tú siga, at tað ikki verða tit, uttan at tú fært tín tørv nøktaðan og tíni ynski uppfylt. At vera í einum parlagi ella vinarlagi inniber at finna semjur. Tað gongur ikki í longdini, um annar parturin bara tekur og hin bara gevur.
Tað er ongantíð ov tíðliga at seta mørk. Tað skapar eisini virðing. Tað inniber kanska, at hann ikki vil broyta nakað. Men tit fáa eitt betri parlag, um tú setir krøv. Góða eydnu! Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum aftur.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…