Hey tú, ið hatar tað!
Eg veit ikki um eg skilji spurningin rættiliga, men eg haldi í hvussu er tú skal verða glað fyri tað tú fær frá ommu tíni.
Hvat er tað tú hatar við gávunum frá foreldrum tínum? Er tað tað sum tey geva tær ella er tað mátin tey geva tað? Um tú veruliga hatar tað, sum tey geva tær, kanst tú spyrja um tú kann sleppa at býta tað um aftur. Um tú hatar tað so nógv at tað fyllir øll jólini, mást tú siga tað við tey. Tú ert 13 ár og tað kundi verið eitt hugskot at skriva teimum ein ynskiseðil, so tey vita hvat tú ynskir tær. Tað nyttar nokk onki bara at skriva ting uppá sum kosta ordiliga nógv, tí tað kann gott vera at foreldrini hjá tær ikki hava ráð at keypa alt tað dýra, sum tú kundi ynskt tær. Skriva nøkur ting uppá sum tú kundi hugsa tær at tey hava ráð til og gev teimum listan við einum smíli og sig at hetta ynskjir tú tær ordiliga nógv til jólar.
Tað er bara jól einaferð um árið, so um tað ikki ber til at siga tað við tey, hevði eg bara valt at verið glað fyri hinar gávurnar tú fær.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin