Hey!
Takk fyri brævið.
Tað ljóðar til at tú veruliga er harmur um støðuna. Tú vil bara gjarna verða saman við henni aftur – vit skilja tínar kenslur. Tíanverri hendir tað viðhvørt, at vit menniskju gera eitthvørt, sum ikki er ókey fyri báðar partar í einum parlagið. Vit eru øll ymisk, og vit halda og kenna øll ymiskt um nógv. Tað er eisini tað sum er grundleggjandi í okkum menniskjum – at vit gera feilir – minst til tað! Tað altíð best at fortelja sannleikan tá vit gera feilir. Onkuntíð kann sannleikin verða so særandi, at tað er ringt at siga nakað. Men, á aðru síðu, kann tað vera meira pínufult, tá man knapliga uppdagar hendan sárandi sannleikan, og veit at tann sum man er góður við, ikki hevur veri erligur.
Hon sigur at hon følir seg “brúkta og virðisleysa”, hetta bendir á at tað eru sera sterkar kenslur.
Hon hevur sagt við teg, at hon ikki vil tosa við teg beint nú. Hetta merki, at hon hevur brúk fyri tíð. Tíð til at arbeiða við hesum kenslum. Eg hugsi at tað er gott um tú bara lurtar, og virðir og vísir umsorgan fyri hennara kenslum.
Vit kunnu ikki fortelja tær, hvat tú skal og ikki skal… Vit kunnu bara ráða tær til at merkja eftir. Kanska tú kanst brúka hesa tíðina sum tú nú gevur henni, til sjálvur at finna útav hvat tú kundi hugsa tær at gjørt fyri hana?
Sum vit skilja títt bræv, so hava tit verið par. Ta at verða í einum parlagið merkir, at ein deilir sera intimar kenslur við hvønn annan og at ein vísir kærleika. Um hesi bond verða skaða, brotin ella farin ov lætt um, so ávirkar hetta okkum sera sera nógv. Eitt av okkara bestu eginleikum, vit kunnu vísa mótið hvørjum øðrum, er erligheit.
Ver tú erligur mótvegis tínum egnum kenslum og ver tú erligur ímóti gentuni.
Eg vóni at tú kann brúka nakað av hesum.
Alt tað besta,
Tú & Eg Ráðgevingin