Search
Close this search box.
Mamma og babba hava havt problemir nú í seinastuni, eg fekk at vita frá mammu at tey skuldu skiljast, tí at babba segði, at mamma hevði nátt saman vi menn, og at hon var ótrúgv! Og mamma sigur so at tað ikki passar og snakkar við meg um forskelligt, og sigur hvat vit fara at gera tá babba er farin og sigur at tað er okkurt í babba sum ger at hann ikki hevur tað gott inni í sær sjálvum. Mamma arbeiðir nógv og babba siglur úti. Hann siglur 4 vikur úti og er 4 vikur heima. Og tað hevur so gjørt at hann hevur hildið tað.
Men so hevur alt lagað seg og mamma hevur fingið snakka við babba um at tað ikki passar o.s.v

Men nu knappliga eri eg komin til at lesa nøkur sms hjá mammu. Og har stendur at mamma brúkar ikki ringin, og at mamma ballast úti í býnum, og onkutíð hevur babba sagt okkurt við hana, men sum hon so hevur gloymt aftur. Og so hevur babba sagt at tað er bara tí at hon er hálv skít. ;(  Tað vísir seg at tey stadivekk hava problemir… eg eri ein tannáringur og eg havi ein beiggja sum fyllur 9. Beiggi mín slatrar illa og ger at eg fái skyldina fyri alt, og tað følist sum mamma og babba hava beiggja mín til ráðgevara. Eg fái sjáldan rós fyri okkurt gott sum eg havi gjørt og beiggi mín ger alla tí fortreð, sum til dømis, at kløkka meg, grína eftir mær, kalla meg forskelligt, sum eg blívi kedd av o.s.f.v
Eg eri ein sárbar genta og geri nógvan ítrótt, og eg havi bara 3 vinkonur sum kunna troysta meg. Eg havi so góðan hug at gevast við øllum sum eg geri, og eg gráti ofta, nu síggi eg, at tað kanska er babba sum hevur rætt. Eg eri ræðuliga forrvirra. Foreldur eru til at uppdraga børn tá tey eru lítil og smá, ímeðan tey, tá mann er tannáringur, er tað nakað sum mann skal velja her í lívinum, og tá mann er tannáringur skal mann ikki uppdragast, men fáa hjálp við serligum tingum her í lívinum. Hjá mær er tað øvugt. Tað følist sum tey royna at uppdraga meg og hjálpa beiggja mínum. Eg havi stórar ætlanir við lívinum hjá mær, og mína framtíð. Men nú eri eg bakkað aftur og havi hug at taka lívið av mær sjálvum, og alt melur í høvdinum á mær. Eg fái onkuntíð hug at skulka frá skúlanum og eg havi nógv problemir við at hugsa og konsentrera meg, og eg havi ringan hug at gera ítrótt, og skúlating. Eg havi tað ringt sálarliga, og ynski ikki at eg skal broyta meg til naka ringt. Eg havi brúk fyri hjálp skjótt! Eg klári ikki hetta lívið meira, eg havi hug at geva upp. Mamma og babba vita onki um at eg skrivi her, bara eg og ein veninda hjá mær,.. HJÁLP MÆR… !

Góða tú, sum hevur hug at taka lívið av tær.
Tú hevur sanniliga nógv at hugsa um!!! Eg skilji væl at tú til tíðir ert kedd og forvirrað. Men hóast tú hevur hug at taka lívið av tær, so er lívið vert at liva hóast alt.

Tí sum eg skilji brævið hjá tær, so ert tú ein genta
sum hoyrir til tey hepnu, sum megnar at gera vart við teg. Og tað er flott, tá man er í tínari støðu.
sum hevur heilar tríggjar vinkonur, sum kunnu troysta teg – góðar vinkonur eru gull verdar tá man hevur tað ringt.
sum íðkar ítrótt.
sum ger skúlating.
sum hevur stórar ætlanar við lívinum hjá tær og tínari framtíð. Og halt fast við tí, tað er ógvuliga tídningamikið.
og ikki minst – tú hevur eitt ynski um ikki at broyta teg til nakað ringt.

Tað ljóðar sum at tú ert ein genta við bein í nøsuni, sum nokk skal klára teg. Men tað krevur at tú heldur á fram at  kempa og ikki gevur upp! Minst til tað.

Tá ið eg lesi brævið hjá tær, so síggi eg, at trupulleikarnir hjá tær eru hesir:
Foreldrini skulu kanska skiljast. Tú heldur, at beiggi tín argar og hugurin til at skulka og gevast við ítróttinum stingur seg upp. Alt melur runt, skrivar tú, kanska veitst tú ikki, at tú longu hevur tikið fyrsta stigið til at steðga hesum. Tú hevur sett orð á, hvussu tú upplivir støðuna heima. Næsta stigið er at tosa við ein vaksnan. Har ert tú vælkomin at ringja inn til okkara ella tú tosar við onkran annan vaksnan tú hevur álit á.

Tú skal vita, at tú ert ikki einsamøll. Hjúnarskilnaður er ikki óvanligt, men stuttligt er tað ikki. At beiggi tín argar og slatrar til foreldrini er heldur ikki óvanligt. 9-ára gamlir beiggjar dáma sera væl at arga. Og møguliga kennir beiggi tín seg eisini ótryggan við støðuna heima, og dugir ikki at seta orð á tað, sum hann hugsar og følir. Tí verður tað til arging.

Viðvíkjandi huginum at skulka, so kundi tú, um tú vilt, antin tosað ella skrivað eitt bræv til læraran og sagt frá tínari støðu, so at hann ella hon skilir tína støðu. Tað stutta av tí langa er at tú noyðist at tosa við onkran vaksnan um tína støðu. Ein genta sum tú eigur ikki at ganga og bera slíkar trupulleikar sjálv.

Um tað ikki hjálpir, ert tú vælkomin at skriva aftur til okkara ella ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111 mánadagar og hósdagar kl. 14-22.

Alt tað besta!

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…