Góða genta.
Tað kann vera trupult ikki at passa inn, sum tú upplivar. Tað er tó ikki tær, ið nakað er ‘gali’ við. At ein verður hildin uttanfyri og ikki sleppur upp í part kemur tíverri ofta fyri millum ungdómar, hóast tað ikki er nøkur orsøk til tað sum so. Men tað er trupult at kenna seg uttanfyri og er óbehagiligt, sum tú eisini sigur. Tú kanst royna at práta við onkran um hetta. Til ber at kontakta ein lærara á skúlanum, ið tú hevur álit á, ella at tosa við ommu ella mammu tína um tað, ið síðani kunnu hjálpa tær víðari. Um tú veruliga ynskir at flyta til ommu tína, so mást tú verða klár uppá at aðrir trupulleikar kunnu stúgva seg upp. Tað kann vera trupult fyri mammu tína, at tú ynskir at flyta, og hetta kann ávirka tykkara forhold. Ein kann eisini hugsa sær, at um mamma tín visti at tú ikki trívist í skúlanum og í tínum frítíðarlívi, so hevði hon tikið tað í álvara, tá tú tosar um at flyta. Tú kanst royna at fáa ommu tína at hjálpa tær at práta við mammu tína um hetta, soleiðis at alt verður sagt á ordiligan hátt.
Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur til okkara
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin