Spurnarkassin: Genta, 12 ár spyr

Eg hopi

Spurningur:

Eg hopi eg klári at ringja skjótt...tí eg havi fingið stórt stress... eg eri blivin nógv verri í skúlanum serliga Enskt og rokning... eg klári ikki meira..eg gloymi mega lætt í rokning... so eg dugi ikki væl og mítt stress ger tað eisini verri.... og eg havi tosað við heilsusystrina í hesari vikuni og tað gekk fínt:) men eg ristist aftur megaa nógv.. eg skal hava betri brillur men eg vil ikki.. eg eri bangin fyri míni eygur verða alt for ring.. og at míni foreldur fara at taka telefonina tí at telefonir eru ein av grundinum at míni eygu blíva verri... eg eri MEGA bangin til landsroyndina:( beii... eg skrivi mest tí at tað ger meg glaða og fær meg at hugsa positivt:)

Svar:

Góða Genta

Takk fyri brævið.

Vit eru glað fyri at hoyra at tað gekk fínt at práta við heilsufrøðingin. Tá ið tú hevur práta við heilsufrøðingin nakrar ferðir, skal tað nokk gerast lættari. Minst til at tú kann gott skriva tað niður sum tú gjarna vil tosa um, og geva tað til heilsufrøðingin, um tú heldur at okkurt er torført at siga.

Tú er altíð hjartaliga vælkomin at ringja tá ið tú er klár til tað.
Sum tú skrivar til okkara, bendur á, at tú hevur tørv á einum góðum práti! Sum tú veit fáa vit ikki hjálpt tær eins væl umvegis brævkassan. Men tú sigur sjálv at tað hevur jaliga ávirkan á teg – vit eru her til tað sama 🙂

Vit ynskja tær ein góðan dag og eitt gott vikuskiftið við jaligum tankum.

Tú & Eg Ráðgevingin