Search
Close this search box.
Góða genta við dulnevninum: Eg hugsi nú!

Takk fyri brævið! Tú dugir rættiliga væl at greiða frá, hvussu tú upplivir teg sjálva og títt lív. Tá vit ikki leggja títt bræv út, tí tað ikki vildi gagnað tær, vilja vit tó taka eitt sindur aftur í tað, sum tú greiðir frá. Tú ljóðar at vera sera einsamøll við tínum nógvu tungu trupulleikum. Tá fólk, ið vilja hjálpa tær, spyrja teg, hvussu tú hevur tað, torir tú ikki at vera erlig, men sigur, at tú hevur tað gott. Tann fyrsta broytingin, ið tú kanst gera, fyri at fáa hjálp er, at tú kanst hugsa um, hvørji av teimum fólkum, ið tú kanst tosa við, tá tey spyrja teg aftur. Um tey ikki spyrja teg aftur, kanst tú venda tær til tey, og siga t.d. at tú ikki hevur tað so gott fyri tíðina. Tað at tey hava roynt at hjálpa tær, er eitt tekin um, at tey vísa tær umsorgan, og at tey møguliga síggja á tær, at tú ikki hevur tað gott. Tú hevur uttan iva brúk fyri hjálp, ongantíð ov skjótt, og tí skalt tú royna at gevast við at seta forðingar upp fyri at fáa hjálpina. Tú sigur, at tú broytir atburð, alt eftir hvørjum tú ert saman við. Tað er rættiliga vanligt, at fólk gera tað, tí ein lagar seg eftir hinum, sum ein er saman við, eisini tí at ein heldur, at ávísur atburður er hóskandi her. Men í tínum føri brúkar tú alla tína orku at goyma tínar trupulleikar fyri øðrum, og so leingi, sum tú gert tað, gerast trupulleikarnir enn størri. Fyri tað fyrsta er tað soleiðis við trupulleikum og truplum tankum, at tá ein bara hevur teir inni í sínum egna høvdi, broytast teir ikki til tað betra. Teir kunnu blíva sera undarligir, stórir og ógjørligir, tá ein bara skal baksast við teir sjálvur, og so skjótt ein sleppur at lufta teir fyri øðrum, ið ein hevur álit á, følist ein lætti, tí at ein ikki er einsamallur við teimum longur, og at onnur oftast gjarna vilja hjálpa og stuðla einum. Tað ber væl til hjá tær at fáa tað munandi betri skjótt, men tað krevur, at tú loyvir øðrum at hjálpa tær. Tú nevnir ikki í brævinum, at tú fært stuðul frá tínum foreldrum, so eg fari ikki at biðja teg tosa við tey, um tú longu hevur roynt tað uttan úrslit. Tað eru tey, ið fyrst og fremst hava ábyrgd av at hjálpa tær, men um tey ikki megna tað, eru nógv onnur, ið tú kanst fáa hjálp frá. Td heilsufrøðingurin í skúlanum, flokslærarin ella onkur annar lærari, ið tú kennir teg trygga við hava ábyrgd av at hjálpa næmingum, ið ikki hava tað gott. Á heimasíðuni hjá heilsufrøðingunum www.gigni.fo kanst tú eisini venda tær umvegis teldubræv ella kanst tú ringja. Tað er ringt hjá tær at biðja um hjálp, og tí kanst tú byrja við at kjatta við okkum, so at tú kanst venja teg við at greiða okkum frá, hvussu tú hevur tað, soleiðis at tú við tíðini fert at tora betur og betur at biðja um hjálp frá fólki, har tú ert. Tú sigur, at tað er ópersónligt at kjatta við fólk, ið tú ikki kennir, men tað eru eisini nógvir fyrimunir í tí, tí tú kanst koma út við øllum, púra erliga, tí tú kennir ikki okkum og vit kenna ikki teg, men vit vilja hjálpa tær. Tað er umráðandi fyri teg at tú kanst vera meira tann gentan, ið tú veruliga ert og dámar at vera. Tú sigur, at hana kennir bara tú. Tað kann vera, at tú við tíðini fert at loyva øðrum at koma at kenna hana eisini. Vit vóna at hoyra aftur frá tær!

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…