Góða genta!
Takk fyri brævið og gott og djarvt av tær, at tú skrivar til okkara! Tú mást orsaka, at tú hevur bíðað so leingi eftir at fáa svar. Fyri tíðina tekur tað nakað longri tíð hjá okkum at fáa svarað innkomnum brøvum, men vit gera kortini okkara besta fyri at fáa svara øllum brøvunum. Góða tú. Sjeikurin skal nokk koma, men tað er ikki ein sjeik, ið tú hevur mest brúk fyri beint nú. Tú hevur brúk fyri einum tryggum og góðum heimalívi, ein gerðandisdag, har tú hevur tað gott og foreldrum, ið hjálpa og stuðla tær ið at ”finna teg sjálva” so tú fært ment teg til eina sunna og glaða gentu og seinni kvinnu. Eg pakki einki inn her og sigi tað beint sum tað er: Títt heimalív líkist ongum. Tað er út av lagi vánaligt, og mamma tín og sjeikurin hjá henni ”tyrannisera” og hundsa runt við tær og tínum beiggjum og beinleiðis missnýta sín leiklut sum vaksin – hatta er at kúga síni egnu børn. Eg veit ikki, hvat tey billa sær inn!
Mamma tín og sjeikurin hjá henni hava vónandi eisini góð ting í sær, og eg trúgvi ikki, at tey tilvitað hvønn dag hugsa og avtala, at tey vilja gera lívið hjá tær og tínum beiggjum so súrt og rotið, sum tey yvurhøvur kunna. Men tað er faktist tað, ið tey gera – hví veit eg ikki. Tey hava kanska sítt at stríðast við, men tey eru vaksin fólk og muga taka sær av sínum egnu trupulleikum heldur enn at turka teir á síni egnu børn. Sjeikurin hjá mammu tíni er ein idiot (ja, tað meini eg) og mamma tín heldur við honum og tekur hann fram um teg og tínar beiggjar. Tað eru tað nógvar mammur, ið gera og mamma tín er tí ikki so nógv øðrvísi enn aðrar mammur. Men hóast tað er vanligt, er tað ikki rætt. Tryggleikin og tørvurin hjá børnunum eigur altíð at koma frammum tað slag av samskifti ogella sambandið, ið er til makan og tørvin á at varðveita hann ella hana.
Men hvar er pápi tín í øllum hesum? Hvussu er títt samband við hann? Høvdu tú og beiggjarnir havt tað betur um tit búðu hjá honum – ella? Eg skilji væl, at tú hevur hug at rýma og kanska skuldi tú gjørt tað. Er tað nakar, ið tú hevur álit á, sum tú kanst fara til í eina tíð? Kanska ommu ella abba, mostir, gummu, gubba ella systkinabarn? Ella kanst tú fara til onkran av tínum vinum? Tú ert ikki vaksin enn og tú mást ansa eftir, at tú ikki tekur ábyrgd á teg, sum ikki hoyrir einum tannáringi til – so sum at byrjað at vera mamma fyri tínar beiggjar. Men tú ert nóg vaksin til at duga at síggja, at títt heimalív ikki er serliga gott fyri teg, og tú ert nóg búgvin til so smátt at byrja at taka ábyrgd av tínum egna lívi og hvussu tú vilt hava, at tað skal síggja út. Tú mást á onkran hátt koma burturúr hesum og fáa luft, so tú fært andað aftur. Og tú mást tosa við onkran vaksan ið kann hjálpa tær og tínum beiggjum og sum kanska eisini skal tosa við mammu tína ogella pápa tín um, hvussu ringt tit í veruleikanum hava tað heima. So hvønn kundi tú tosa opið og erliga við um títt heimalív? Onkran av teimum eg havi nevnt omanfyri? Ella ein lærara ella kanska onkran av foreldrunum hjá tínum vinum? Um tú ikki torir at tosa beinanvegin, so kundi tú skriva tí persóni, ið tú fegin vilt tosa við eitt bræv fyrst. Kundi tú skriva mammu ella pápa tínum eitt bræv? Tað brævið tú hevur sent til okkum er ordiliga gott. Kundi tú givið tað víðari til onkran? Tú kundi eisini givið brævið saman við hesum svarinum til onkran. Hvussu hevði mamma tín reagerað, um hon las tað? Hevði tað kunnað hjálpt? Ella hevði tað heila bara blivið verri? Eg dugi tíverri ikki at siga tað.
Men eg dugi at siga somikið, at tað ber til hjá tær at fáa tað betur og blíva glað aftur: Men broytingar koma ikki av ongum, og tú mást fáa eitt ørðvísi heimalív. Og fyri at tað skal henda, má onkur abyrgdarfullur vaksin við hjartanum á røttum stað traðka til. Kanska skulu tú og beiggjarnir onkra aðra staðni at búgva í eina tíð, men tak tað ikki so tungt. Tað snýr seg um nú, at tað koma broytingar í, sum eru bestar fyri tykkum, so at tit kunna kenna tykkum trygg og fáa tað gott. Og broytingar kunna altíð vera eitt sindur ræðandi, men tá ið ein hevur vant seg við tær, eru tær ikki so galnar kortini, og tá ein so hyggur afturá aftur, sær ein, at tær faktisk vóru til tað betra.
Og góða tú, lat vera við at gera sjálvmorð – tú veit ikki um tað loysir nakað og ei heldur hvat hendir aftaná. Tú ert ein sterk genta, og tú hevur so nógv gott í tær. Halt fast í teg sjálva og tær dygdir og eginleikar, ið tú hevur og brúka hetta til at styrkja um títt sjálvsvirðið og tína framgongd í lívinum. Tað er einki galið við tær og lívið skal nokk blíva betur – tað ger tað altíð. So gev tol og trúgv uppá at tað heila nokk skal ganga og ger tú títt til, at tað ger tað. Og royn og halt alt tað ringa út, við eisini at fokusera uppá tað góða. Tað er altíð eisini okkurt, sum er gott – tað ber nemliga ikki til bara at hava ringar løtur. Ver saman við tínum vinum, tá tú kanst. Tekna, mála ella spæl tónleik. Far út og fá tær luft og renn ella gang túrar. Um tú kanst, so eygleið ogella ver saman við djórum. Fokusera uppá skúlan og tey fakini,sum tær dámar og ver stolt av øllum tí, sum tú dugir. Og et ein ís av og á. Men lat vera við at drekka og royna teg við rúsevnum, tí tað fært tú tað bara verri av. Ger ting, ið gera teg gleða og trúgv uppá framtíðina og síggj teg sjálva í henni. Tú kundi eisini byrja at skriva dagbók. Tað er ein góður máti at fáa skil á tínum tonkum og tínum kenslum og so verður tú eisini eitt sindur klókari uppá teg sjálva og hví tú hevur tað sum tú hevur tað – og tað kann bara verða tær ein góð hjálp seinni í lívinum.
Eg vóni veruliga, at tú velur at tosa við onkran vaksan um títt heimalív og hvussu tú hevur tað. Hevur tú brúk fyri hjálp og vegleiðing kanst tú altíð ringja til Tú & Eg Ráðgevingina ella kjatta við okkum. Tíverri má eg tó siga við teg, at vit fyri tíðina hava tekniskar trupulleikar við telefonunum, ið gera, at tað er ikki altíð, at vit eru til at fáa fatur á. Men royn altíð aftur, vit eru her fyri teg og vit vilja fegin hjálpa tær.
Kærar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin