Hey. Eg eri ein drongur sum er 17, og eg havi snúsa í tey seinastu 4 árini frá eg var 13. Tað byrjaði við at eg brúkti 1 pakka um vikuna, tað gekk so 1 ár, brúkti eg 3 um vikuna. Og so var eg byrjaður at taka 1 pakka um dagin. Men nú eri eg blívin for avhangiður, at eg proppi mundin fullan við snús, at eg brúki 2 og ein hálvan pakka um dagin. Eg snúsaði 30 pakkar av sterkasta slagnum (Siberia) innanfyri 2 vikur. Og tað haldi eg sjálvur vera for langt, eg umhugsi at roykja í staðin, men eg eri bangin fyri at eg nokk fari at roykja 6 pakkar innanfyri døgni. Eg tími ikki sjálvur at brúka pengar uppá hetta lorti, tað kann føra til kreft, 14-15 pakkar um vikuna er nógv for dýrt. Eg klári barasta ikki at leggja av, eg eri nógv for stressaður, eg veit ikki hvat eg skal gera. 14 ferðir 52 eru 728 pakkar um ári, og tað kann kosta upp til 30.000kr um ári, tað er sum at keypa ein bil, hevði eg kanska ikki snúsa so hevði eg kunna havt ráð at keypt ein bil sjálvur. Hvat skal eg gera fyri at leggja av? Tyggja nikotin-tyggjigum?
Góði tú
Takk fyri brævið.
Tað er gott, at tú sjálvur ynskir at leggja av, hóast tað ljóðar til at vera trupult hjá tær. Tað eru nógv ung fólk, ið eru bundin at snúsi, men tað eru ráð fyri tí.
Sum nevnt er tað gott og umráðandi, at tú sjálvur ynskir at gevast. Næsta stigið, tú kanst taka, er at tosa við foreldrini hjá tær ella kanska kommunulæknan um forbrúkið hjá tær, tí tað er nokkso høgt. Tað kann vera trupult at bróta vanar – serliga tá man er stressaður – men man kann spakuliga trappa niður og gevast við tí. Tú kanst brúka nikotin-tyggigummi ella nikotin-plástur at byrja við. Hetta kanst tú fáa vegleiðing um á Apotekinum, har tú keypir tað. Um tað ikki riggar, so hevði eg viðmælt tær at sett teg í samband við kommunulæknan hjá tær. Tað finnast eisini nakrar app’ir, ið kunnu hjálpa. Ein av hesum er XHALE, ið tú kanst downloada og royna.
Góða eydnu – vónandi eydnast tær at koma burtur úr snúsinum.
Vinarliga,
Annika

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg