Search
Close this search box.
Hey. Eg eri ein genta og eg klári hetta bara ikki meir! Altíð tá onkur sigur okkurt við meg, so blívi eg flóv – also blóðreyð í andlitinum!! Hví blívi eg tað? Tað blívur man onkuntíð, eg veit……men hjá mær, bara um lærarin sigur mítt navn so blívi eg reyð. Ella um onkur sigur t.d. “Robert dámar teg” so hendir tað…… men eisini altíð um ein drongur tosar við meg rodni eg….. og tá eg skal lesa í skúlanum! Góðu hjálpi mær!??:`(:

Hey “Eg rodni altíð”
At rodna er eitt  kent og normalt fyribrigdi. Og sum tit vita, so er sera ymiskt, hvussu nógv tað sæst á fólki. Men eg skilji allíkavæl heilt væl, at tit eru kedd av, at tað sæst so væl á tykkum, tá ið tit rodna. Tað er ikki stuttligt. Men tað eru ráð fyri tí og eg skal royna at hjálpa tykkum. Eg fari at ráða tykkum til at royna, alt tað tit kunnu, ikki at hugsa so nógv um, at tit rodna so illa, t.v.s. at tit ístaðin royna ikki at fokusera so nógv uppá, at tit nú fara at rodna. Tí um tit t.d. sita í skúlanum og eru bangnar fyri at fara at rodna, so blívur tað bara verri. So ístaðin fyri at vera flóvar av tí, skulu tit royna at tosa opið um tað við floksfelagar og lærarar. Tit kunnu t.d siga, tá ið tit vita at tit fara at rodna: ”Ups, nú rodnaði eg aftur, tra,la,la, men tað sum eg vil siga er……..”. Also, eg meini, at tit kanska kunnu royna at síggja tað stuttliga við tí. Tit hava jú einki at skammast yvir. At rodna er heilt nattúrligt.
Hetta kann gera, at tit við tíðini fara at gloyma, at tit rodna so illa – og kanska fara tit av tí sama at rodna minna, og trupuleikin at minka.

Góða eydnu.
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…