Góða tú!
Takk fyri brævið! Tað er gott, at tú skrivar til ráðgevingina, so at tú ikki gongur einsamøll við tonkunum hjá tær. Nú veit eg ikki, hvat tú vigar, men tá tú ert ein ung genta, sum enn stendur í vøkstri, hevur tú brúk fyri at eta góðan og sunnan mat. Um tú heldur, at tú vigar ov nógv, kundi tú farið og tosa við heilsusystrina á skúlanum hjá tær. Hon kann viga teg, siga tær eitt sindur um mat og matvanar og tosa við teg um rørslu. Eg skilji væl, at tú verður bangin, tá ið tú hoyrir eina rødd siga, hvat tú skalt gera. Hinvegin nýtist tær ikki at gera tað, sum røddin sigur. Tú kundi roynt at svarað ”nei, eg ráði sjálv yvir mínum kroppi”, tá ið røddin sigur at tú skalt hava anoreksi. Tað er týdningarmikið, at tú tosar við foreldrini ella onkran annan vaksnan, sum tú hevur álit á og fortelur teimum um røddina, og hvat hon sigur við teg. Røddin vil hava teg at gera nakað, sum ikki er gott fyri teg sjálva – nakað tú kanst verða sjúk av, um tú gert sum røddin sigur. Eg skilji væl at tað kann vera ræðandi at svara røddini aftur, og tí er tað eisini sera týdningarmikið at foreldrini, ella onnur vaksin, kunnu stuðla og hjálpa tær við hesum. Tað ber eisini til at fortelja heilsusystrini um røddina. Hon hevur tagnarskyldu og er útbúgvin í at tosa við børn, ið hava tað trupult. Tú kanst vísa teimum hetta brævið, um tað er lættari. Skriva endiliga aftur, um tú hevur aðrar spurningar, ella um tú ivast í onkrum, ið eg havi skrivað her. Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin