Góða genta,
Takk fyri títt bræv.
Tað ljóðar, at tú stríðist. Gott at tú setur orð á hvussu tað er at vera tú, soleiðis ber til at fáa lætt um og fáa tað betur.
Tú ynskir uppmerksomheit og at kenna teg pena viðhvørt. Tað er heilt menniskjaligt og tað hava vit øll menniskju tørv á. Ikki bara eina løtu, men helst næstan alla tíðina. Eisini er tað sera týðandi fyri sjálvkensluna og sjálvvirði, at fáa uppmerksomheit og at vit kenna okkum væl.
Tú skrivar at tú fekk góðkenslu av at klemma beinini saman. Sum læknin segði á sinni: tú gjørdi hetta tí tað føldist væl. Samstundis sum tú, ikki tordi ella kundi loyva tær at føla hetta sum góðkensla. Eisini upplivdi og kendi tú okkurt gott av, at hyggja at porno, samstundis sum tú ikki tordi at siga tað og kendi skuld.
Tað ljóðar, at tað sum tú hevur uppliva sum gott og deiligt, hevur tú knýtt til, forboðið og skeivt, sum hevur elvt til skuld og skomm kenslur. Umframt ótta, fyri at vera avdúkað. Hetta er við til at byggja niður sjálvkensluna og hugin til lívið.
Mestur ert tú enn, óttafull fyri at skula verða avdúka, av teimum sum tú hevur deilt myndir til. Sum ger at tú ert áhaldandi á varðhaldi. Tá er kroppurin í stress støðu og tað kann vera vandafult fyri tína sálarligu,- kropsligu-, sosialu- og virðis heilsu.
Tú skrivar at tú hevði sjálvmorðstankar, tá tú vart 11 ár. Hvørjar tankar hevur tú í dag, um deyðan og lívið?
Er nakar vaksin tú kennir teg trygga við, at deila við hvussu tú hevur tað?
Onkuntíð er gott at tosa við onnur, enn foreldur. Heilsusystrar eru í skúlum og kanska er gott at tú setur teg í samband við heilsusystrina í skúlanum hjá tær. Eisini kann tú skriva aftur og/ella ringja inn til okkara á 116 111, so kunnu vit fáa eitt prát. Tað er anonymt at ringja. Tað vil siga at vit síggja ikki títt telefonnummar.
Tað er týdningarmikið at tú setur orð á við onkran vaksnan, soleiðis at tú kann fáa tað betur. Tú skal ikki at vera einsamøll við hesum.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin