Góða tú.
Takk fyri brævið. Tað gleðir okkum at tær dámar brævkassan.
1. Kunstiga befrugtaður er, tá ein kvinna og ein maður skulu hava hjálp, til at fáa eitt barn. Tá gera læknar við hvørt tað, at teir hjálpa sáðnum og egginum at finna hvørt annað, og blíva til eitt barn. Tað eru nógvir mátar at gera tað uppá.
2. Tú sigur at tú ikki følir teg væl í skúlanum, men kortini ikki vilt skifta skúla. Har eru ikki nógvir vinir at fáa, men tó ein fitt genta. Tað er gott at hava vinir, og hevur tú ein vin, so er tað fínt! Men tað, sum tú kanst hugsa eitt sindur um, er um grundin til, at tú ikki vilt skifta skúla er: 1) Tí hesin flokkurin er ok, tað er okkurt við honum, sum tær dámar. Ella 2) Tí tú ert bangin fyri at skifta, heldur tað vera ov strævið at skulla koma at kenna nýggj fólk osv.
Um tað er nr 2, so kanska tú skalt hugsa eina eyka ferð um tann møguleikan. Tí sjálvt um tað ER ringt at skifta, so kanst tú fáa tað so nógv, nógv betri, við at taka kjansin. Um tað er nr 1, so mást tú royna at ignorera tey fólkini, sum eru droy, og heldur fokusera uppá tey fittu fólkini, og tey tingini, sum eru góð í skúlanum. Til dømis eitt stuttligt fak, ein fittur lærari… Kanska tú fyrst og fremt sjálv mást finna útav, hvat problemið er hjá tær í skúlanum. Tað verður nógv lættari at arbeiða við tí, tá tú hevur funnið útav tí.
3. Tað má vera ein keðilig kensla, at føla at tú ikki ert líka nógv elskað sum systir tín. Men sjálvt um systir tín er røsk og dugur nógv, so eri eg vís í, at tú eisini hevur okkurt sum tú ert góð til, hugsa um tað! Øll fólk eru ymisk, eingin er góður til akkurát tað sama, men vit eru øll líka nógv verd. Tað veit mamma tín eisini! Nógv tey flestu foreldrini elska øll síni børn akkurát líka nógv, men av tí at børnini eru ymisk, so vísa tey hvørjum barni tað á ymiskan hátt. Hevur tú fortalt mammu tíni um hesa kensluna? Tú kundi roynt at sagt tað við hana, at tú hugsar hetta. Mammur vita ikki altíð, hvat børn teirra ganga og hugsa, og hvussu tey uppliva tingini, tí er gott at fáa sagt tingini beinleiðis við mammu tína.
Tú sigur, at mamma tín verður súr tá hon skal hjálpa tær við skúlatingum. Tað nýtist ikki endiliga at vera, tí hon ikki er góð við teg. Tað kann vera hon er troytt, at hon heldur tað, sum tú skalt hava hjálp til, vera strævið ella býtt, at hon ikki dugur tað so væl og verður ósikkur… tað kunnu vera 1000 grundir! Kanska tú kundi roynt onkuntíð, at biðið eldri systrina um hjálp til skúlatingini heldur. Tá hon dugir væl í skúlanum, so kann hon sikkurt hjálpa tær. So kann tað eisini vera, at tú seinni kanst hjálpa henni við onkrum heilt øðrum.
Tú fortelur eisini at ein genta altíð forstýrar teg í skúlanum, so tú ikki fært lært nakað. Tað skalt tú ikki finna teg í. Antin mást tú flyta pláss, so hon ikki kann forstýra teg, ella mást tú siga tað við hana uppá ein bestemtan máta, at hon ikki skal forstýra teg.
Til seinast vil eg siga við teg, at tað eru nógv menniskju, sum ikki vita hvat lívið handlar
um. Serliga í tínum aldri, er man í iva um, hvat meiningin er við tí heila. Men eg eri vís í, at tú IKKI gert alt skeivt. Til dømis at skriva inn til okkara, er virkuliga gott! Tú dugur eisini væl at fortelja um tínar kenslur, og tað er so týdningarmikið.
Alt tað besta og góða eydnu framyvur.
Tú & Eg Ráðgevingin