Hetta við at vera bestu vinkonur er ikki so nemt tá man er 12 ár, tað eru í hvussu er nógvar gentur sum hava sama trupulleika sum tú.
Tað fyrsta eg hugsi í tínum føri er, at tað eru ikki øll sum vilja deila alt við onnur. Tað kann vera, at tín besta vinkona ikki hevur hug at fortelja tær ella nøkrum øðrum, at hon hevur fingið menstruatión, og at hon av lyndi ikki er so opin sum tú ert. Um tað er soleiðis hon hevur tað, skal hon hava loyvi til tað, og so mugu onnur royna at virða tað.
Annars so skilji eg væl, at tú verður kedd av at blíva ignorerað og avíst, øll hava rætt til at fáa eitt ordiligt svar, eisini tú. Tað virkar eisini sum at tú merkir at tað hon sigur ikki svarar heilt til soleiðis sum hon er mótvegis tær. Tað tú kanst gera frá nú av, er at hugsa um, um tað ikki er onkur onnur vinkona, ella kanska fleiri, sum tú kanst fara at hava tað stuttligt saman við. Man kann jú gott hava fleiri góðar vinkonur samstundis. Tað kann vera at tín besta vinkona hevur bruk fyri at fáa frið í eina tíð, ella hevur hug at vera saman við onkrum øðrum fyri tíðina. Tað kann jú eisini gott vera, at tú og besta vinkonan finna saman aftur.
Alt tað besta.