Search
Close this search box.
Ok.. eg havi eitt problem, ella fleiri.. 1.! eg havi alt ov lítil bróst, eg gangi í 8. flokki og havi minni enn ein 6-7 klassa.. eri kedd um tað.. Eg eri fobiðið feit eisini, føli meg sum okkurt sum ikki eigur at vera millum fólk, EG HATI GRUPPUSAMLINGAR! eg eri ofta deprimera, mín besta vinkona dámar somu drongir sum eg og kemur saman við teimum.. allar hinar eru fukking poptøzir.. eg eri ársins emo og skulkari í skúlanum,…. Eg eri ljót.. Eri eg lítil fyri mín aldur? eri 14 ár og 156cm… eg føli meg nokkso stóra.. men øll siga eg eri lítil.. Eg cutti, nógv enntá.. faktist onki pláss eftir á arminum so eg må søkja til beinini og sovrit.. Eg eri bangin fyri mamma uppdagar tað, hon hevur uppdaga eg ikki eti serliga nógv meir.. og tá eg geri royni eg fáa tað uppaftur.. men tað riggar ikki… Kann mann ikki gera okkurt vi hasa forbannadu vektina..!!!! eg klári ikki at liva um eg eri feit.. eg havi roynt sjálvmorð einaferð, og eri kinda í gongd við at gera tað nú.. eg vil liva, men bara ikki hetta lívi. Eg snakki ikki við nakran, ongin snakkar við meg, eg havi svørt klæðir fyri tað mesta, og min makeup er eisini svart(øll siga eg eri emo) men altso eg eri ein glað typa, men… ongin tímur at hava nakað við meg at gera… hjálp mær!!! skjótt!!… Tit halda sikkurt at eg yvirdrivi men ja…   Eg havi eisini veri sjúk på onkran máta í 2 ár.. eg havi altíð høvuðpínu, spýggjifølilsir.. kroppurin ristist… Tinitus.. Sjónin sikur.. eg faí ikki gjørd serliga nógv.. eg uppdagaði at minar armar ristust til trening nakrar vikur síðani, eg var til trening og fekk mær at drekka, koyrdi armin upp eftir veggjinum. og hann ristist ógvusligt.. og aftaná trening ristist allur kroppurin.. Og eg fái ikki serliga væl hildi í tingum meir.. eg raki skeivt tá eg skal taka okkurt… eg orki tað ikki.. eg fái heldur ikki serliga væl gingi fyri knæðnum, fái ilt av tí… hvat skal eg gera… SVARA SKJÒTT!!!

Hey 14 ára gamla!
Tað er týðiligt, at tú hevur tað trupult. Gott at tú hevur skrivað til okkara, tí hevur tørv á at tosa við onkran um tínar trupulleikar.
Vit kunnu byrja við teimum meira almennu trupulleikunum. Sum tú helst veitst, stendur tú enn í vøkstri. Ikki fyrr enn tú ert 18 ár, ert tú heilt liðug at vaksa. Tú kanst tí saktans blíva hægri.
Eisini er ov tíðliga at siga nakað um, nær tú ert liðugt búgvin. Bróstini kunnu framvegis vaksa. Annars kanst tú hyggja at kvinnunum í tíni familju, t.d. mammu tíni. Hevur hon stóra bringu, so er størri møguleiki fyri, at tú eisini fært tað. Tað er ymiskt, hvussu nógv og hvussu skjótt ein veksur, so tað nyttar ikki at samanbera seg við onnur ung.
Sum eg skilji roynir tú at tapa teg við at spýggja matin uppaftur og við einki at eta. Hvørgin av hesum er nakar góður máti at tapa seg uppá. Tú oyðileggur kroppin og fært ymisk sjúkueyðkenni sum tú nevnir: ein vil svíma, spýggja, sjón og hoyrn ávirkast og ein fer upp at ristast. Íðkar tú ítrótt, uttan at fáa nøktandi føði og vætu, fært tú maktaloysi vegna lágt blóðsukur. Frá einum kostráðgeva kanst tú fáa eina kostætlan, sum er gjørd til tín persónliga, har tú tapir teg uttan at svølta ella skaða teg sjálva. Tað er eisini gott at røra seg hvønn dag, antin við at ganga, renna ella súkkla, svimja ella íðka fimleik, bóltspæl, fitness ella annan ítrótt. Góð ráð kunnu finnast á www.iform.dk.
Tað krevur nakað av tær at tapa teg, men óansæð mást tú læra at góðtaka og elska teg sjálva sum tú ert. Ofta samanber ein seg við tey penastu, klænastu og best dámdu. Tað eru fá, sum kunnu liva upp til t.d. fotomodellirnar. Fyri tað fyrsta eru myndirnar av teimum viðgjørdar. Harafturat ger tað ikki fólk lukkuligari at vera vøkur og kløn. Størstan týdning hevur tað at vera nøgdur við seg sjálvan “upp á gott og ónt” og at trívast har ein er. Tú brúkar negativ orð um teg sjálva so sum ljót, lítil, stór og feit. Royn at gevast við at brúka sovorðin orð. Tey eru við til at niðurbróta tína sjálvsmynd og geva øðrum inntrykk av, at tú ikki ert líka nógv verd sum hini. Tú ert óendaliga nógv verd!
Við at ganga í svørtum klæðum og svørtum smyrsli, vísir tú, at tú ert øðrvísi enn tey flestu. Ynskir tú at vera øðrvísi? Emo er so nógv, men øll tey myrku ungu, verða ofta koyrd í sama Emo-pott. Tað eru nógv ung, ið av ymiskum orsøkum hava brúk fyri at vera svørt og álvarslig í eitt tíðarskeið, og fegin vilja verða kallað Emo, meðan onnur svørt, døpur ung ikki vilja blíva koyrd í Emo-bólkin. Um tú hevur brúk fyri at ganga soleiðis ílatin og smurd nú, er tað í lagi, um tær dámar tað. Nógv menniskju eru tíverri so, at tey eru bangin og vilja hava frástøðu til fólk, sum eru øðrvísi enn tey sjálvi. Tað krevur dirvi at vera øðrvísi enn tey flestu.
At skera seg er ein máti at doyva tína pínu eina løtu. Tað ljóðar sum tú hevur skorið teg eina tíð. Hetta er ein ósunnur og vandamikil vegur at ganga. Tú mást fáa hjálp til at gevast við hesum, at tosa um trupulleikarnar og finna ein annan máta at fyrihalda teg til tínar trupulleikar og kensluligu spenningar.  Serliga tínir sjálvmorðstankar og sjálvmorðsroynd bera ábendingar um, at okkurt  rættiliga álvarsligt liggur aftanfyri.
Eg sakni svar upp á nakrar spurningar. T.d. um nakar veit av, hvussu tú hevur tað. Um hvat tað er, sum ger, at tú hatar, tá tit eru savnað í bólkum. Um tú hevur nakran at tosa við. Um tú býrt saman við báðum foreldrum. Um tú hevur trupulleikar heima. Um nakað serligt er hent fyri teg, ið fær teg at hugsa so ringar tankar um teg sjálva. Um nakar veit, at tú skert teg og hugsar um sjálvmorð. Um tú upplivir happing og verður útihýst.  Um hvussu ein “glað typa” kann hugsa so myrkar tankar. Tú nevnir, at eingin tímir at tosa við teg og tað fær meg at hugsa um, hvussu leingi tað hevur verið so.
Tú hevur fleiri møguleikar at fáa hjálp. Tú skuldi fingið kannað knæið hjá lækna, tí tú kanst hava fingið ein skaða. Eisini kanst tú tosa við hann um at tú følir tunglyndi, hvørjar tankar tú hevur um teg og títt lív, og kanst tí biðja um ávísing til sálarfrøðing, um tú ynskir tað. Best er um tíni foreldur hjálpa tær við hesum, men um tú ikki vilt tosa við tey sjálv, kanst tú biðja onnur, sum t.d. ein av tínum lærarum ella heilsufrøðingin í skúlanum, ið øll hava ábyrgd av, at tú hevur tað gott, hjálpa tær at tosa við tíni foreldur, so at tit saman kunnu gera nakað gott fyri teg, so at tín støða blívur betri. Tað hevur tú uppiborið! Tú ert sera vælkomin at venda tær til okkara aftur á kjattinum. Har fáa vit betri komið inn á trupulleikarnar og spurt um ymiskt, sum kann hjálpa okkum at ráðgeva tær.

Allarbestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…