Góða tú, sum einki veitst longur!
Takk fyri brævið! Tað krevur dirvi og orku at fortelja um kynsligan ágang og slíka sorg, sum tú hevur verið úti fyri í tínum lívi, og vit eru glað um, at tú nú vendir tær til ráðgevingina fyri at fáa hjálp. Eg hugsi, um tú nakrantíð hevur sagt mammu tíni um tað sum er farið fram, ella øðrum vaksnum, sum tú hevur álit á. Eitt slíkt loyndarmál kann vera ein ómetaliga tung byrða at bera, serliga um man ber hana púra einsamøll. Tú hevur verið úti fyri neyðtøku og harðskapi í einum sera ungum aldri og aftur, tá ið tú hevur verið eitt sindur eldri. Tað, sum hesir mennirnir hevur gjørt ímóti tær, er ólógligt og revsivert. Tú sigur, at tú enn óttast fyrrverandi sjeikin hjá mammu tíni, og tað fær meg at hugsa, um tú nakrantíð hevur meldað hann til løgregluna, ella um tú í einsemi enn ber hetta tunga loyndarmál. Tað kann vera ræðandi at taka eina avgerð um at melda til løgregluna, og tí hevði eisini verið gott hjá tær at fingið hjálp til tað, um tú ynskir at melda.
Tá ið tað er sagt, so haldi eg at tað mest umráðandi í núverandi løtu er at tú fær hjálp – hjálp til at seta orð á tað sum er hent, hjálp til at syrgja um tað, sum er hent og hjálp til at venda tínum lívi við. Tað kann vera ymiskt, hvussu vit menniskju verða ávirkað og nær vit verða ávirkað, tá ið vit eru úti fyri slíkum hendingum. Summi kenna seg tóman innaní, hava skuldarkenslur, lágt sjálvsvirði og torført við at líta á onnur menniskju. Summi tosa um hendingarnar beinanveg, og summi hava lættari við at tosa um tað, tá ið tey eru vorðin eitt sindur eldri. Tað er eitt sera tungt loyndarmál, tú gongur við, og eg skilji væl, at tú fært hug at flýggja á ein ella annan hátt. Tað ljóðar tó sum at henda flýggjan kann hava eina vandamikla ávirkan á títt lív, um tú ikki fært hjálp til at steðga við at drekka og skera teg.
Tað eru aðrir møguleikar og hjálp at heinta og tú hevur tikið fyrsta stigið við at skriva til ráðgevingina. Um tú vendir tær til egnan lækna og sigur honumhenni, hvat er hent, kanst tú fáa eina ávísing til sálarfrøðing. Sálarfrøðingurin kann saman við tær seta orð á tað, sum pínir teg og vil royna at hjálpa tær víðari í lívinum. Vit vilja eisini fegin práta meira við teg, her á ráðgevingini og hjálpa tær víðari, um tú ert í iva um, hvat tú skalt gera. Tú ert vælkomin at ringja ella skriva til okkum umvegis kjattið. Tað er ómetaliga umráðandi at tú fært hjálp, so vit vóna at hoyra aftur frá tær. Um tað hevur áhuga, kanst tú kanst lesa meira um kynsligan ágang inni á okkara heimasíðu undir leinkjuni ”eg og lívið” og á eini danskari heimasíðu: www.albahus.dk.
Kærar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin