Search
Close this search box.
Hey, eg… eg havi eina venindu og eg eri begynt at vera nógv heima hjá henni nú men tað er so tað at hon er ordiliga heldi at hava tvey foreldur sum elska hana, og ehh… Tað er so tað at tað havi eg ikki.. babba býr í dk og han hevur eina vissa anstygd ímóti mær, tað virker sum um honum dámar betur pappbeiggjan hjá mær en meg, og eg visti ikki eingongd av at tey vóru gift… men ja eg búgvi heima hjá mammu her í Føroyum og eg veit slettis ikki hvussu tað er, at blíva elskað ella ja tú veitst.. men vinkonan hjá mær far ofta klemm frá mammuni og tað geri eg ikki hvat er tað fyri nakað? eg havi bara slettis ikki hug at búgva her men eg tími ikki at flyta til babba tí at tað tók mær 3 ár at finna nakrar vinur her í føroyum og tað tími eg ikki at ganga ígjøgnum aftur… men ja er tað nakar máti at kunna búgva hjá nøkrum uttan at fa farara til dk? og at blíva elska? eg klári tað ikkki eg havi ofta roynt at gere sjálvmorð, men tað eru altíð vinirnir sum taka meg aftur til reinar tankar. Tað er ofta at mamma sigur sovorit sum at hon vil hava meg at flyta tí at eg ikkki klári at hon lígur og tosar við mat í munninum, tað er soo ólekkurt? So sigur hon eisini sovorit sum at eg skal finna eina aðra familliu og alt møguligt hvat skal eg gera?  

Góða genta, ið følir teg uttan kærleika!
Takk fyri brævið! Tað er ikki lætt at ganga við sovorðnum kenslum, sum tú gongur við. Ein tann ringasta kenslan, ein kann hava, er at kenna seg  uttan kærleika frá sínum nærmastu. So tað er sterkt  av tær, at tú skrivar nú og biður um hjálp til at fáa tað betur. Tíbetur er tað soleiðis, at tað ber til at fáa kærleika frá øðrum enn teimum, sum eru eins nærmasta familja. Tú ert 14 ár, so tú hevur eitt langt og vónandi gott lív frammanfyri tær, har tú kanst koma at føla stóran kærleika fyri øðrum og fáa líka stóran kærleika aftur frá øðrum. Tað kunnu vera onnur í tínari familju, sum kunnu geva tær størri umsorgan og kærleika enn tíni foreldur. Kanska skalt tú royna at søkja meira til tey, sum tú følir eru góð við teg. Tað kann eisini vera, at foreldrini ella familja hjá tínum vinkonum kunnu geva tær nógv gott. Eg skilji væl, at tú vildi ynskt, at tey vóru tíni foreldur, men tíverri ert tú í tí óhepnu støðu, at tíni foreldur kanska ikki eiga so nógva umsorgan og kærleika at geva øðrum. Soleiðis eru summi menniskju, og tað er óheppið, at vaksin, sum ikki eiga nóg  mikið at geva øðrum, gerast foreldur, tí tað ger tað so trupult fyri børnini. Tú hevur tað so mikið trupult, at eg haldi, at tú skuldi kontaktað heilsufrøðingin í tínum skúla og greitt henni frá, hvussu tú hevur tað. Hon kann hjálpa tær at tosa við mammu tína, og um tað ikki er nóg gott, so kundi hon hjálpt tær at tosað  við Barnaverndartænastuna í tínum øki, sum hevur skyldu at hjálpa børnum upp til 18 ár, sum onkursvegna ikki hava tað gott. Tey kunnu hjálpa tær, við t.d. at koma ókeypis til sálarfrøðing, sum kann hjálpa og styrkja teg fyri at fáa eitt betri lív. Tú kanst finna tín heilsufrøðing inni á www.gigni.fo www.bvs.fo og tú kanst lesa meira um rættindir hjá børnum og hvussu børn í Føroyum kunnu fáa hjálp, inni á Tú ert eisini hjartaliga vælkomin at kjatta við ein ráðgeva inni á barnabati.fo

Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…