Search
Close this search box.
Eg veit hvussu eg skal skriva hetta men eg eri rættliga forvirra tá tað kemir til at hugsa um míni følisir. Eg havi ein sjeik i er 28 ár,tá eg eri einsamøll veit eg at eg elski hann (haldi eg) og eri mega góð við og vit hugna okkum ordliga nógv…men so skjótt vit koma millum onnur fólk virkar tað sum eg fari longur og longur niður og tími ikki at verða saman við honum,hann snakkar so heilt ótrúliga nógv at eg verði svøøk og meini tað eg klári tað ikki..so er hann so seinur altíð og hugsar ikki at eg bíði ella fólk verða troytt av honum….hann sær eisni ordliga ófantaligur út og vil ikki “broyta” seg…hmpf eg veit ikki eg havi ofta ikki fingið sovi um náttina tí eg vil gera tað liðugt og havi ætla at sagt tað við hann men so fái ringa samvitsku og lati sum einki. Eg havi eisini verði ótrúgv 2 fer og hann veit av tí og hann hevur fyrigevi mær men so skjótt hann hevur drukku øsir hann seg upp inná hann og tað er ikki serliga stuttligt..skilji væl hann er óður men hví kannhann ikki skelda meg, tá hann er edrúur?? Eg kann eisini bara fáa niðurtúr knappliga og verða kedd ella bara einki tíma og øsi meg upp inná einki,veit ik hvat sker tá .. ! skal sigast at vit havi verði saman i hálvt ár)) og eg veit ikki, hví eg fór saman við honum? vit startaðu sum vinir, men moggaðu alíkavæl so endaðu vit bara knappliga so..  

Góða tú, ið ikki veitst!
Takk fyri brævið! Tað er gott at tú bara oysir út av tínum tankum og kenslum. Tú hevur ikki sett nakran spurning, so eg rokni bara við, at tú hevur mest brúk fyri at fáa luft. Tá tú greiðir frá tykkara parlagi, er tað við sera blandaðum kenslum, og tað er tað, ið ger teg forvirraða, tí tit viðhvørt hava tað gott saman, men ofta eru í ringum lag, tá tit eru saman við øðrum. At tú hevur verið ótrúgv, er eitt týðiligt tekin um, at tit eru ótrygg og ónøgd. Tit hava bert gingið saman í so stutta tíð, at tað er eitt sindur løgið, at tit longu hava allar hesar trupulleikarnar. Tit hava verið vinfólk, áðrenn tit byrjaðu at ganga saman, og tað hevur nokk verið lættari tá, enn tað er nú. Tú ert ill og hevur lítið forstáilsi fyri honum og hansara atburði, og hóast hann hevur sagt, at hann hevur fyrigivið tær 2 ferðir, at tú hevur verið ótrúgv, so nívir tað hann, og tað er heilt natúrligt. Tað kann vera lætt at siga, at ein kann fyrigeva ótrúskapi, men tað er sera ringt at gera av heilum hjarta, tá hann er sáraður og samstundis góður við teg og kanska ikki vil missa teg. Tað besta fyri tykkum bæði hevði verið at funnið út av, hvussu tit ynskja at hava saman: um tit ynskja at liva saman sum par, sum vinfólk ella hvat? Tað, sum er mest umráðandi er, at tit fara væl við hvørjum øðrum og tykkum sjálvum, óansæð hvat, ið tit velja at gera..

Góða eydnu við kærleikanum!

Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…