Search
Close this search box.
Hey, eg eri ein 16 ára gamal drongur, havi vilja prøva hava sex í fleiri ár, eg veit eg eri klárur, men eri ikki intereseraður í at hava eitt forhold. Hvat skal eg gera?

Hey og takk fyri títt bræv.

Tað er sera vanligt at ein hevur hug til at hava sex, tá ið ein er tannáringur. Tað er sera ymiskt millum okkum øll, bæði gentur og dreingir nær vit føla okkum heilt til reiðar. Tað er sera umráðandi, at báðir partar ynskja tað sama og harvið siga ja til at hava sex. Sex kann vera ymiskt, men samtykki, tað at siga ja, er galdandi alla tíðina.

Tú skrivar at tú ikki ert áhugaður ella sinnaður í at hava eitt forhold. Uttan mun til havt tú ger, so kemur tú altíð at hava eitt ávíst forhold. Fyrstu ferð tú er saman við einum persóni, so ger tað, at júst tit hava eitt ávíst forhold, tí tit hava nakað ávíst í felag. Men vit ímynda okkum, at tú tosar um eitt forhold, har tit eru par, ella “ganga saman”. Tað er eisini vanligt millum vinir, at vinir koma ásamt um, at royna at verða saman sexuelt. Hetta er normalt, eisini uttan at ein fer í eitt par-forhold. Tað er umráðandi, at tú og tann tú hevur sex við eru ókey, og samd um hvat tit gera. Tað er eisini ókey at tosa um hvussu tað skal verða aftaná tit hava verið saman.

Stutt og greitt. Tit skulu bæði vera samd um hvat tit gera, og tað kann verða eitt gott hugskot, at tosa um hvussu tit ímynda tykkum støðuna aftaná, samstundis sum tit áðrenn avtala at tosa um hetta aftaná.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevigin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…