Search
Close this search box.
Hey tútit Eg havi alkohol trupulleikar. Eg vil so gjarna leggja av, men tað er bara so raðuliga ringt. Eg føli meg einki verdan longur. Tað er sum at alt mítt lív er fari. Viðhvørt havi eg bara hug at fara vekk her frá. Bara fara har sum eg fáði frið og kann verða einsamøll.

Góða ‘tú sum vil, men tað er ringt’.
Fyrst vil eg siga við teg, at tað er gott at tú skrivar til okkara.
Hetta eru álvarsligir trupulleikar tú hevur at dragast við. Tú skrivar, at tú fegin vilt leggja av at drekka, men at tað er ringt. Tú skrivar eisini, at tú kennir teg einki verda longur og at tú vilt sleppa burtur hiðani.
Tað at tú drekkur, hongur kanska saman við at tú hevur tað ringt? Men líkamikið hvør orsøkin er til at tú drekkur, so er tað umráðandi, at tú fært hjálp til at koma burturúr hesum trupulleikanum. Og tað ber eisini til at koma burturúr alkohol trupulleikum. Og hetta er nokk umráðandi, fyri at tú kanst fáa tað betur uppá aðrar mátar. Í Føroyum eru eisini fólk, sum eru serkøn í at hjálpa fólki burturúr alkohol trupulleikum. Men fyri at vit kunnu vísa tær á rætta staðið, noyðast vit at vita eitt sindur meira um tína støðu, t.d. hvussu gamalgomul tú ert. Tú kanst t.d. ringja til Tú & Eg Ráðgevingina, fyri at hoyra nærri um hvar tú kann fáa hjálp við hesum.
Men alkohol trupulleikin er ikki tað einasta tú hevur at dragast við. Tú hevur tað so ringt, at tú bara ynskir at sleppa burtur. Tað er keðiligt at tú hevur tað so. Og enn einaferð vil eg leggja dent á, hvussu umráðandi tað er, at tú fært tosað við onkran um hvussu tú hevur tað. Fyri summi hjálpir tað, at tosa um hvussu man hevur tað. Hevur tú onkran tú kanst tosa við um tínar trupulleikar? Onkran í familjuni? Onkran vin? Ella onkran annan tú kennir? Sum áður nevnt, hevur tú eisini møguleika fyri at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina.
Eg vóni at tú vendir tær til onkran, sum kann hjálpa tær víðari úr hesi støðu.

Alt tað besta,

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…