Search
Close this search box.
Mín hálv pápi hann slær meg onkuntíð og kallar meg svaka og sjúka reyvarhol og sick fuck og hann slettar alt á mínari telefon tá ið hann hevur kjansin at taka mína telefon men tað mest irreterandi er at hann altíð stjelur ella brótur míni ting (fer inn í mítt kamar) tá eg ikki síggji eg sigi tað altíð við mammu hon trúgvir mær ikki eg havi hug at rýma heimanifrá skal eg bara tað ??og hann lýgur sooooooooooo fucking illa T.D nú hevur hann stolið ladarin til mína teldu eg siti her og skrivi við lítið av streymi og 100000 onnur ting eingin trúgvir mær eisini hevur hann oyðilagt 4-5 plakatir og skøva fløgurnar hjá mær so tær ikki rigga longur og hóttir meg við øllum møðuligum hann er ræðuligur eg klári hann ikki meir eg VIL rýma, er tað tað rætta at gera og eg kann ikki snakka við nakran um tað tí eingin trýr mær, hann lýgur hvørt orð sum hann sigur við mammu mína um meg o.s.v og hetta sum eg sigi er bara 11% av øllum tí sum hann ger :(eg eri 12 ár

Góða tú, ið vilt sleppa undan XXXXXX!
Takk fyri brævið!
Tað er gott, at tú hevur vent tær til okkara ráðgeving, og vit vilja gera tað, sum vit megna fyri at hjálpa tær úr truplu støðuni. Tað, sum hálvpápi tín ger, er harðskapur av bæði kropsligum og sálarligum slag, og tað er revsivert og skaðiligt fyri teg. Tað er ikki lovt at brúka harðskap móti børnum, og tað má og skal steðgast skjótast til ber.

Tá vaksin hava eitt  tosingarlag, ið er harðligt og óvirðiligt, skapar tað ótryggleika og ringan trivnað. Haraftrat kemur, at tú ikki verður fært neyðugan stuðul frá mammu tíni, og tað ger støðuna enn verri. Nú veit eg ikki, hvussu tú hevur tað í skúlanum, og um tínir trupulleikar heima ávirka tína skúlagongd. Eg hugsi, um nakar lærari ella heilsufrøðingurin í skúlanum veit av, hvussu trupult tú hevur tað. Eg vil í hvussu er mæla tær til at tosa við onkran vaksnan, ið tekur teg í álvara og kann hjálpa tær skjótt.

Haldi ikki, at tað er ein góð loysn fyri teg  at rýma, tí tú nevnir einki um, hvar tú heldur ynskir at búgva ella kanst fara. Tú kanst eisini venda tær til www.bvs.fo, ið er Barnaverndatænastan. Tey kunnu siga tær, hvørjar møguleikar tú hevur.  Tá børn ikki orka at búgva heima, eru tað tey vaksnu, ið skulu finna ein máta at hjálpa barninum. Viðhvørt ber til at búgva hjá onkrum øðrum í familjuni, og í øðrum førum fer barnið til eina fosturfamilju í eitt tíðarskeið, inntil støðan heima er blivin betri. Tín hálvpápi hevur kanska onkrar trupulleikar, ið hann skal fáa hjálp fyri. Tað kann eisini vera, at tú hevur brúk fyri hjálp í eina tíð, fyri at fáa tað betri. Eisini kann tað gerast neyðugt fyri mammu tína at fáa hjálp til at gera onkrar broytingar.

Tit hava øll trý brúk fyri hjálp, og tað kunnu tit fáa. Tað er nógv, sum eg kundi hugsað mær at spurt teg um, fyri at fáa eina greiðari mynd av tínari støðu, og tí hevði verið gott, um tú kanst kjatta við okkum, um tú ikki fært nóg gott svar nú.   Tú er vælkomin at kjatta við okkum ella at ringja.

Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…