Search
Close this search box.
Takk fyri at tað endiliga er komin ein sovurin Føroysk heimasíða.
Mítt problem er at.. ja eg eri bara 144cm.
Tað irretarar meg soooooo nógv tí eg vil verða model, og tá skal man vera 172cm. 
Veist tútit hvussu eg kann blíva størri?

Góða ‘Eg’!

Hesin trupulleikin, ið tú umrøður, er ikki stuttligur at hava.

Nú veit eg ikki, hvønn aldur tú hevur og um tú ert liðug at vaksa?

Um tað veruliga nívir teg at vera 144 cm, kanst tú fara til lækna og tosa við hann um hormonviðgerð, og um hetta møguliga er ein loysn fyri teg.

172 cm eru eitt sindur langt frá 144 cm. Tín hædd verður ein trupulleiki, um tú hevur hug at ganga vanligan “cat walk“. Men tín hædd kann møguliga vera akkurát tann rætta til “cat walk“ fyri smáar støddir.  Tú hevði møguliga riggað sera væl á myndum. At vera modell er annað enn “cat walk“ og klæði. Tú kanst eisini arbeiða sum modell innan t.d. andlit, hár ella hendur.

Góða eydnu við dreyminum.

Um tú hevur hug at seta teg í samband við “ Tú og eg “ ráðgevingina, ber til at ringja 116 111.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…