Search
Close this search box.
Hey – tá ið man blívur happaður kann tað so vera tí at tey, ið happa meg eru avinsjúk.uppá onkran máta ella at ein dugir betri – til dømis at ein dugir betri at rokna.:)

Hey ‘ein einsamallur drongur’

Tað kunnu vera nógvar orsøkir til at summi happa
– og ja, summi happa kanska, tí tey eru øvundsjúk – td. um tú dugir betri at rokna enn tey.

Tað er ongantíð stuttligt at verða happaður – líka mikið hvør orsøkin er. Eingin hevur rætt at happa!
Tú hevur rætt, at vera tann tú er – tú hevur eisini rætt at verða dugnaligur í skúlanum – uttan at nakar skal happa teg fyri tað!

Um tú – ella onkur annar i tínum flokki – verður happaður, so eigur okkurt at verða gjørt fyri at steðga happingini. Tað tú kanst gera er at venda tær til læraran hjá tykkum, og biða hann ella hana taka trupulleikan upp í flokkinum – ella tú kanst tosa við foreldur tíni og biða tey tosa við læraran. Um tú torir, kundi tú kanska eisini sjálvur roynt at tosa við tann ella tey, ið happa – tú kundi td. spurt tey, hví tey happa – kanska tú gevur teimum okkurt álvarsamt at hugsa um…!?

Undir øllum umstøðum ert tú vælkomin at skriva aftur ella ringja til Tú & Eg Ráðgevingina og tosa við ein ráðgeva, ið kann lurta og kanska hjálpa tær víðari. Ring á tlf.: 116 111
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…