Search
Close this search box.
Hey! Eg eri ein genta, og eg geri altíð sovorði pillbýtt! í seinastuni havi eg tungu-mussa við nógvum dreingum, og eg veit ikki hví eg geri tað, men hvørja ferð eg geri tað angri eg tað sooo nógv. eg sigi við teir at teir ikki skulu siga tað fyri nøkrum, men teir siga tað ALTÍÐ fyri onkrum og tað ger at fleiri koma til mín og kalla meg hora og sovorðið, og eg orki ikki meir! Eg havi havt tankar um at skera meg og sjálvmorðstankar, og so eru míni foreldur eisini akkurát skild, og eg føli tað sum um eg ikki hoyri heima nakrastaðni, og eg tími barasta ikki meir. Og eg føli tað sum um at øll verðin hatar meg, og at eingin tímir meg. Og eg helt bara eg skuli spyrja tykkum um nøkur ráð. so góðu tit, hjálpi mær!            

Góða genta í neyð!  
Fyrst, skalt tú fáa eitt stórt herðaklapp fyri, at tú tekur stig til at senda okkum hetta bræv. Tað í sær sjálvum er eitt stórt skritt.   

Dreingir hava tað ofta fyri í hasum aldrinum og eisini nógv eldri, at reypa yvir fyri sínum vinmonnum. Grundirnar til at teir gera slíkt kunnu vera sera nógvar. Ofta kann tað vera tí, at so kunnu teir føla seg týdningarmiklar í sínum bólki. Møguliga kalla og reypa teir fyri at koma í ein bólk. Grundirnar eru tó líkamikið. Tað er ongantíð gott ella rætt at happa. Tá ið ein hevur tyngjandi tankar og følilsir, og ikki følir at ein hevur nakran at tosa við um trupulleikarnar, so kann ein, sum tú, hugsa sær, at tað lættir uppá tað innaru pínuna, at skera seg í armin. Hetta er tó bert ein løtuvinningur og ikki ein góð loysn. At skera ella at pína seg sjálvan er ein máti at sleppa av við keðiligar kenslur og ein kann lætt blíva fangaður í sovorðnum tingum. Tað, at skaða seg sjálvan hongur ofta saman við trupulleikum við sjálvsáliti. Tá ið ein sker seg, so blívur støðan ofta verri og verri. Ein missur álitið og virðingina fyri sær sjálvum og kanska fer ein eisini at hugsa at ein einki virði hevur. Nøkur fáa eisini sjálvmorðstankar. Hetta blívur sum ein ónd ringrás – man hevur tað torført – sker seg – fær tað verri – og sker seg aftur…. Tá ið ein hevur tað sum ringast, so er tað næstan ómøguligt at síggja eina vón um at tað skal blíva betur. Men trúgv mær, tað er væl møguligt at koma burt frá slíkum tonkum og nógv lættari er tað, um ein ikki er byrjaður uppá slíka atferð.    

Tá ein verður kallaður ljót orð, er tað sera lætt at missa sjálvsálitið. Ofta byrjar ein at føla seg illa og stúra fyri nógvum ein annars ikki hugsar um. Í slíkum førum er tað sera vanligt at hugsa: “tað er mær tað er gali við”, og hugsa, um ein skal broyta seg sjálvan fyri at sleppa frá hesum. Um ein følir seg illa viðfarnan, er altíð umráðandi at tosa við ein lærara ella skúlasjúkra-systur. Tey hava skyldu at hjálpa og verja allar næmingar.  

Ein hjúnaskilnaður er altíð torførur fyri eina familju, og tað kann taka tíð at koma yvir sína sorg og følilsi av at vera svikin, bæði fyri børn og vaksin. Tað týdningarmesta fyri teg er, at tú følir at tú enn hevur bæði eina mammu og ein pápa, og at tú kanst vera akkurát líka góð við tey sum fyrr. Um tíni foreldur ikki koma ásamt um ymiskt mugu tey, sum tey vaksnu, sjálvi syrgja fyri at loysa trupulleikarnar. Tað er týdningarmikið at mamma og pápi tín fáa at vita, hvussu tú hevur tað. Kanska tú kanst tosa við tey? Ella kanska hevur tú onkran sum kann hjálpa tær at forklára fyri mammu tíni ella pápa tínum, hvussu tú hevur tað við alt tað sum hendir í tínum lívið beint nú. Omma, abbi ella onkur annar í familjuni, ein lærari ella onkur annar vaksin, sum tú hevur álit á?  

Eg kann ikki lata vera við at hugsa um sangin Firework hjá Katy Perry.  
http:www.youtube.comwatch?v=QGJuMBdaqIw  

Kærar heilsur  
Tú & Eg Ráðgevingin.      

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…