Search
Close this search box.
Hey tit Eg eri MEGA forelskað í einum drongi sum gongur í sama flokki sum eg, men eg veit ikki hvat eg skal gera. Eg havi droymt um hann, og eri barasta forelskað í honum. Vit fylgjast ikki, ella vit hava ikki felags vinir. Hann fylgist eisini við nøkrum øðrum gentum, men tey eru bara vinir. Eg veit ikki hvat eg skal gera. Kunnu tit kanska hjálpa?

Góða genta,

Takk fyri brævið:)

Tú skrivaði, at tú ert barasta so forelska í dreinginum. Heldur tú kanska, at hann følir tað sama fyri teg? Ein góður møguleiki er, bara at siga við hann, hvussu tú hevur tað. Kanska følir hann tað sama fyri teg? Um tú ikki torir at siga tað, kanst tú geva honum okkurt líti hint, sum kann vísa hann til, at tú hugsar um hann. Tó mást tú vera fyrireika uppá, at hann ikki følir tað sama fyri teg.

Okkurt sum tú líka mást hugsa teg um, er “Er hann nóg góður fyri meg?”. Onkuntíð kann man verða blindaður av tí, sum man heldur um persónin, og so sær man ikki hvussu viðkomandi veruliga er. Prøvað at hugsa um hann, frá einum øðrum sjónarmiði. Tað vil siga, ikki hugsa um hann sum tú gert, hugsa um hann sum onkur annar hevði gjørt. Onkur sum ikki dámar hann;)

Tú skrivaði eisini, at tit ikki fylgjast. Kanska kanst tú byrja við onkrum smáum, so sum bara at siga hey við hann tá ið tit síggjast. So fara tit kanska at gerast tættari, so kann tað kanska útviklar seg til eina samrøðu og vaksa harfrá:)

Vinarliga,

Tú og Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…