Search
Close this search box.
Heyhey!!
Um tit hava brúk fyri onkrum, so kann eg kanska hjálpa, eg havi mist bæði foreldrini, havi gingið til sorgarbólk, fingið hjálp frá sálarfrøðingi o.a…
So um eg kann hjálpa er bara at siga til:)

Hey ‘Ein ið vil hjálpa’
Takk fyri at tú skrivar til okkara og enntá bjóðar teg at hjálpa – tað er flott!
Tað kann ikki hava verið lætt hjá tær at missa bæði foreldur tíni. Eg havi samkenslu við tær. Men tú tykist djørv, og tað ljóðar, sum tú hevur fingið góða hjálp at arbeiða við sorgini.
Hevur tú hugsað um nakað serligt, tú kundi hugsað tær at hjálpt okkum við? Hevur tú kanska okkurt hugskot til, hvussu vit kundu tikið evnið upp her á barnabati.fo? Kanska tú kundi hugsað tær at skriva ein stubba um evnið, ella eitt bræv um tínar upplivingar, sum fleiri onnur hava gjørt, (sí brøv)!?
Í øllum førum halda vit, at tú átti at skriva ein teldupost til barnabati@barnabati.fo Tú kanst t.d. leggja hetta brævið við í teldupostin, og so kundu tit kanska funnið fram til okkurt spennandi í felag!?

Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…