Hey! (: 1000 takk fyri eina ssuper góða heimasíðu. Eg eri virkuliga glað fyri at tit tíma at seta tykkum niður og svara spurningum hjá ungum :) Man følir seg ordiliga virðis-myklan(s) :D Nú til mín spurning: Eg hevði gott vilja skriva við ein “mannligan”-ráðgeva. Hava tit eisini mannfólk, ið kunnu svara spurningum?

Hey tú, ið vilt vita meira um, hvat dreingir hugsa!
Takk fyri tín spurning! Tað gleðir okkum, at tú ert nøgd við Tú & Eg Ráðgevingina. Tú ynskir at fáa ráðgeving frá einum mannligum ráðgeva, men ta tænastuna fáa vit ikki givið tær. Vit hava eisini mannligar ráðgevar, men á okkara ráðgeving ráðgeva øll í ráðgevaratoyminum  bæði gentum og dreingjum, og um tað er okkurt, sum vit ivast í, hjálpa vit hvørjum øðrum, so at tú og øll hini fáa eina so góða ráðgeving sum gjørligt. Vónandi vilt tú allíkavæl brúka okkara ráðgeving í framtíðini.

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg