Hey ‘illi drongur’,
Eg rokni við at tú gleðir teg til at kjattið kemur, tá tú nú hevur spurt fleiri ferðir. Og tað er bara gott… vit vóna at tú fert at kunna brúka kjattið, tá tað kemur.
Tað er rætt at vit søgdu at kjattið skuldi koma aftaná páskir. Men hetta bleiv tíverri útsett, tí at tað ikki riggaði sum tað skuldi.
Vit vita ikki nágreiniliga nær kjattið kemur, men arbeiða uppá at fáa tað sum skjótast!
Um tú hevur okkurt at spyrja um, so kanst tú eisini ringja ella skriva til brævkassan. Vit hava ikki nummarvísara á ráðgevingini, og vita tí ikki hvør tað er sum ringir. Tú nýtist heldur ikki at siga hvussu tú eitur.
Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin