Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr
Ein spurningur
Spurningur:
Heey bara ein spurning. Er tað nakar møguleiki at tit kunnu finna útav hvør ringur ella skrivar? Also at tit kunnu spora, frá hvørji teldu tað er skriva frá? Vil gjarna vita tað?
Svar:
Hey hey! Nei, vit kunnu ikki spora telduna upp og heldur ikki vita vit, hvør tað er, sum ringir ella skrivar. Alt er ónevnt. Vit hava valt, at Tú & Eg Ráðgevingin skal vera anonym(ónevnd), har bæði tit og ráðgevarnir eru ónevnd, og tað halda vit hava stóran týdning í okkara sambandi við tykkum.
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin