Search
Close this search box.
Hey. Eg havi ein spurning til tykkum. Beint aftaná man hevur havt mánasjúkuna, kann man tá blíva við barn, um man fer í song saman uttan hítu? Ella hvussu leingi skal man bíða til man kann blíva við barn, aftan á man hevur havt mánasjúkuna? Eg vil bara ikki blíva við barn enn, tí eg haldi eg eri ov ung. Men eg hopi tit vilja svara.

Góða tú sum spyrt.
Tað er ringt at siga akkurát nær tú kanst verða við barn og nær ikki, tí cyklusin er ymiskur frá kvinnu til kvinnu. Tú kanst blíva við barn tá tú hevur eggloysn. Tað er um leið 12-16 dagar áðrenn tú fært mánasjúkuna. Cyklusin roknast frá fyrsta degi av mánasjúku til fyrsta dag av næstu mánasjúku. So um tað eru 28 dagar í millum hjá tær, og tín mánasjúka varir í 5 dagar (hettar eru miðaltølini hjá kvinnum), so er eggloysn um 7-11 dagar eftir at tú sleppur av við mánasjúkuna. Eg kann leggja aftrat, at cyklusin sjáldan er so regluligur hjá kvinnum at eggloysn og mánasjúka eru akkurát upp á dag.
Eg vil ráða tær til at brúka onkra verju t.d. hít, um tú ikki vilt verða við barn, tí tað er alt ov ósikkurt at stóla upp á sikrar dagar! Tað er ov stórur kjansur at taka.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…