Hey Genta
Reinsikrem kunnu við hvørt hjálpa eitt sindur í móti pirrum. Men um tað er veruliga ringt, so burdi tú farið til læknan, og fingið hann at hugt at húðini hjá tær. Tí tað ber til at fáa tablettir í móti Acne, sum tað eisini eitur. Men eitt sum eisini er umráðandi tá man hevur ringa húð er, at eta sunnan kost og endiliga ikki ov nógv slikk, kips og tílíkt. Og drekk heldur vatn enn til dømis sodavatn og saft.
Tú vilt fegin taka uppá, sigur tú. Um tú ert kløn, men etur vanligt, so eigur tú nokk bara at vera so. Møguliga kundi tú roynt at vant eitt sindur, so vøddarnir blivu meira sjónligir. Tað kann gera at man ‘sær út av meira’ og hevur tað betri bæði kropsliga og sálarliga.
Góða eydnu við øllum!
Tú & Eg Ráðgevingin