Hey!
Eg fari at svara tí síðsta fyrst: Nei, tað er onki galið við tær. Men tú hugsar nógv, og kemur fram við tí tú hugsar um, og tað haldi eg er gott. Um tú skrivar tínar tankar niður, kanst tú óivað um nøkur ár lesa teir aftur og síggja hvussu nógv tú hevur broytt teg.
Nógvir stórir yrkjarar og rithøvundar munnu hava havt nakað somu tankagongd sum tú, tá teir hava verið yngri. Nógvar góðar bøkur eru skrivaðar út frá lívsins truplu spurningum, og tað eru nógvir spurningar, sum eri líkir teimum, ið tú spyrt um.
Eg trúgvi, at tað at tú hevur verið úti fyri einari ógvusligari hending, kann vera ein av orsøkunum til at tú ert farin at hugsa meira um lívið. Nógv, sum hava upplivað at vera tætt uppá deyðan, ella at hava mist onkran, fara ofta at hugsa meira um tilveruna og um hvussu nógv er órættvíst í verðini. Tað er heldur ikki óvanligt hjá fólki sum hava upplivað ógvusligar hendingar at uppliva tað sum at tey ikki ordiliga eru til staðar, og at tankarnir eru langt burtur. Tað er ikki óvanligt, og tú skalt ikki vera stúrin um tað.
Nú skrivar tú ikki nakað um hvussu tú sum heild hevur tað – um tú hevur tað gott, og um tú ert komin víðari aftaná hesa ógvusligu hending. Í øllum førum so hevur hendingin ávirkað teg við at seta nógvar tankar í gongd. Og eg vil ráða tær til at halda áfram við at deila tínar tankar við onnur – júst sum tú hevur gjørt við at skriva hetta brævið. Tú sigur at vinfólkini ikki skilja teg. Kanska er tað tí tey ikki duga so væl sum tú at tosa um hesi tingini, ella tí tey ikki ordiliga vita hvat tey skulu siga. Men kanst tú koma í tankar um onkran annan, sum dugir væl at lurta eftir tær, og sum skilir tínar tankar? Um tú kanst koma í tankar um onkran slíkan persón, so burdi tú tosað meira við hendan persónin. Tað er í øllum førum umráðandi at tú heldur áfram at vera so opin um tað sum tú hevur upplivað, og um hvussu tað hevur ávirkað teg.
Gjøgnum lívið koma nógvir spurningar, ikki allir kunnu svarast og viðhvørt noyðast vit at góðtaka at vit ikki fáa svarið. Men tað er gott at hugsa, og tað er gott at seta sær sjálvum spurningar. Tað er soleiðis vit mennast sum menniskju.
Hetta hevur verið eitt gott bræv at svara, tí tú setur eisini tankar í gongd hjá okkum um hvat tit ungu hugsa um og at tit hava hugsanir um verðina rundan um okkum. Takk fyri tað.
Bestu heilsur,
Tú & Eg Ráðgevingin