Search
Close this search box.
Hey:) fyrst vil eg siga hvussu gód hendan heimasídan er, tit hava hjálpt mær vid nógvum. men her kemur problemi. uml. í Mars i fjør bleiv eg vinir vid ein drong i Danmark. Vit eru væl nu og vit hava avtalad at vit skulu møtast osv i summar ella nu i jólaferiuni. Eg veit hann ikki er pedofilur, tí eg cammi og tosi vid hann næstan hvønn dag. Tá man er i einum parlagi er tad soleidis at man skal vera opin. Eg havi tó nógvir trupuleikar her heima. Foreldrini eru skyld osv. So tad er hart fyri meg nu. Eg fekk sms á skype frá sjeikinum um at hann heldur hann er bara komin sum ein neydhjálp til min og hann veit ikki um hann ger tad lidugt ella ikki. Eg eri bara opin tá hann spyr um okkurt. Eg veit ikki hvat eg geri galid. eg havi eisini gjørt “cutting” og havi onkutíd sjálvmordstankar um alt sum gongur fyri seg. eg eri veruligani i neyd nu. eg veit ikki hvønn veg eg vendi longur. eg eri smædin og tosi ikki so nógv, men eingin timur at tosa vid meg. eg royni so hart at fáa kontakt vid tey ungu, men eingin timur. eg eri so einsamøll i hesu verd. eg føli sum eg ikki hoyri heima nakra stadni her i verdini og tad ger sum eg havi hug at gera sjálvmord.  

Góða genta, ið følir teg so einsamalla!
Tað gleðir meg at hoyra, at tú fyrr hevur fingið góða hjálp frá Tú & Eg Ráðgevingini. Vónandi fært tú brúkt ráðgevingina  hesuferð eisini. Sum tú greiðir frá, so møtast tú og sjeikurin hjá tær bert á netinum, men hava avtalað, at tit vilja møtast skjótt. Nú stutt áðrenn tit skulu møtast, er hann farin at ivast í, hvat tykkara parlag er í veruleikanum, og tað ger teg sjálvandi ótrygga, at hann er farin at ivast og hugsar um møguliga at gera tað liðugt.

Síðan spyrt tú, hvat tað er, ið tú gert galið. Tað er ringt at siga, um tað er nakað, ið tú gert galið. Haldi, at tú ert í so hørð við teg sjálva. Tú sigur, at tú ert sera opin og tosar um alt við hann. Tað kundi ljóðað sum um at tú tosar mest ella í so nógv við hann um trupulleikar hjá tær, og tað kann vera, at hann ikki orkar at tosa og fyrihalda seg til tað meir. Tað er umráðandi at tosa um ymiskt annað enn trupulleikar, og at tú ert ein góður áhoyrari og lurtar við áhuga, tá hann tosar um seg og tað, sum hann vil tosa við teg um.

Tú hevur eina keðiliga mynd av tær sjálvari: at eingin tímir at tosa við teg ella vera saman við tær. Tað má vera ein sera pínufull støða at vera komin í. Tað finnast nógv onnur ung, sum eru í somu støðu sum tú, og gott hevði verið, um tað hevði verið eitt møtistað á netinum fyri føroysk ung, ið kenna seg einsamøll. Í Danmark er ein felagsskapur, ið hjálpir einsamøllum ungum at finna onnur ung í somu støðu. Teirra heimasíða er www.ventilen.dk og kanska tú kundi roynt at farið inn á ta heimasíðuna at vita, um nakað er har, sum kann hjálpa tær.

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…