Search
Close this search box.
Hey :D Eg byrji bara beinanveg :P – Eg havi tað als ikki gott í skúlanum, eg dugi væl at rokna og líknandi, tað er ikki tað sum er mítt problem, men: eg havi altíð verið ein væl dámd genta, havt nógvar vinir og dreingirnir hava sveimað rundan um meg :D ! hehe. Men so tá ið eg kom í 8. flokk (eg gangi nú í 9. flokki) tá broyttist alt mítt lív. Eg hevði knappliga ongar vinir, siti bara einsamøll í fríkorterunum, eingin tosar við meg, og um eg tosi við tey, ignorera tey meg also! Tað hendi bara so knappliga, eg skilji ikki hví. Eg veit ikki um eg havi gjørt nakað, ella hvat? Kanst tú hjálpa mær? Siga hvat eg skal gera fyri at verða accepterað? Eg veit at tað er best at vera ein sjálvur, man skal ikki broyta uppá seg sjálvan, men? Hjálp! Bara sig okkurt :P haha. Eg tími ikki at sita einsamøll.

Góða einsamalla.
Ja, hattar er eitt keðiligt problem tú hevur, eg skilji væl at tú ikki tímir at sita einsamøll! Tú sigur, at hetta er ein broyting, sum knappliga kom, og at tey í flokkinum ignorera teg, men at tú ikki veitst hví. Ì tí aldrinum, sum tú ert í nú, vilja ofta henda broytingar. Fólk finna nýggjar vinir og nýggj áhugamál, og tá kann tað eisini henda, at onkur verður einsamallur ein yvirgang, inntil tey hava funnið nýggjar vinir. Men tað at floksfelagar tínir ignorera teg, virkar eitt sindur løgið. Eg haldi tað hevði verið best fyri teg, at fingið eitt svar uppá, hví støðan er sum hon er. Er onkur hending, sum tú kanst koma í tankar um, sum kann hava orsakað hesa vend, sum komin er í? Kanska tú kundi tosað við ein av tínum bestu, fyrrverandi vinum, og spurt inn til, hví tit ikki eru vinir longur?
Tú hevur púra rætt í tí, at best er at vera ein sjálvur, og at tú ikki skalt broyta teg. Um tey í flokkinum ikki eru til at tosa við, so hevði tað verið gott um tú kundi funnið vinir aðrastaðni. Til dømis, um tú gongur til okkurt frítíðarítriv, kanska tú kundi funnið onkran har. Tí vinir hava so nógv at siga í tínum aldri, tað er sera týdningarmikið at hava onkran at fylgjast við og hugna sær saman við.
Men eg haldi so avgjørt, at tú burdi roynt at tosað við onkran úr flokkinum um hettar, tí tað er ein so keðilig kensla at føla seg uttanfyri, og ikki vita hví. At halda at man kanska hevur gjørt okkurt, men ikki vita hvat. Um so er, at tey halda teg hava gjørt okkurt keðiligt, gera tað gott aftur, um tú fært tað, uttan at vita hvat tað er!
Eg vóni tú fært tað betri, góða eydnu!

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…