Search
Close this search box.
Eg byrjaði á eftirskúla aftaná summar, og nú eri eg júst komin heim í heystferiu. Eg veit at fólk siga at eftirskúli er eitt fantastisk ár men eg føli bara at eg ikki trívist og kann vera eg sjálv. Øll hini hava tað ordiliga gott við hvørjum øðrum og tey bjóða heldur ongantíð mær við. Eg havi ikki ofta havt eina samrøðu við nakran og tað er sum oftast bara, spurningar sum hvat er klokkan og nær skulu vit eta. Eg eri rættiliga smæðin og tað kann vera ein partur av at eg ikki eri so nógv við í tí sosiala. Eg vil øgiliga gjarna fáa nýggjar vinir, men eg eri bangin fyri at gera okkurt skeivt ella siga okkurt býtt og tí eg veit ikki hvat vit skulu tosa um og tí tori eg ikki at tosa. Tað er so strævið at royna so hart fyri at fáa vinir og eg føli at eg ikki eri meg sjálva tí eg hugsi so nógv um hvussu eg skal vera. Tað er eisini hart at síggja niður á meg sjálva tí eg ongar vinir havi. Eg ivist so nógv um eg bara skal fara heim, men eg vanti at eg angri tað, hvat skal eg gera? eg veit bara ikki hvussu eg skal fáa vinir tá eg havi tað so ringt við mær sjálvari.

Hey

Eg veit at har eru mong, ið eisini føla seg smæðin á sama hátt sum tú, og at tað kann vera ordiliga ringt tá man ikki torir at tosa – eg skilji væl at tú er kedd.

Eg vil líka fortelja tær at, at tað er heilt vanligt, baði fyri ung og vaksin at vera nervøs, ósikkur og spent tá man møtir nýggjum menniskjum. Man heldur at øll kunnu síggja hvussu nervøsir man er, men sum oftast er tað bara ein sjálvur sum sær tað. Og, ofta eru tað onnur sum eisini hava tað líka, men vit síggja tað ikki.

Tá ið tað er sagt, so haldi eg at tú skal royna at koma inn í felagsskapin.

Er tað nakar sum tú tosar eitt lítið sindur við? Ella deilir tú kamar við nakran? Eg hugsi at tú skal royna at finna tær mót og royna at tosa ella skriva til onkran í skúlanum, fortel at tú hevur tørv á at onkur spyr teg um meira, soleiðis at tú fær lati meira upp. Hevði tað veri gjørligt? Tað kann eisini royna at øva teg eitt sindur meira, við at spyrja hvat er klokkan? og hvat fáa vit at eta? dupult so nógv sum tú longu gerð, og kanska eisini taka tað eitt stig víðari og spyrja, hvussu hildu tit tað smakkaði? Halt á inntil tú byrjar at føla teg tryggari til at spyrja onkran, um tit skulu hjálpast við at gerða lektiur ella hyggja eftir einum filmi. Soleiðis vísur tú eisini teimum áhuga. Tað kann bera við sær at tey knappliga fara at spyrja teg um tú vil við teimum.

Um hetta virkar ov tvørligt beint nú, ert tú altíð vælkomin at skriva til okkum aftur.

Bestu eydnu

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…