Search
Close this search box.
Hey. Eg havi nakrar trupulleikar. Pápi mín er alkoholikari, og tað hevur hann verið alt mítt lív. Hann er sóðarin alkoholikari, sum drekkur í eina periodu og so er hann edrúur og so byrjar hann umaftur. Mamma og babba eru ikki skyld. Tá tey giftust fyri nøkrum 20 árum síðani, visti mamma at foreldrini hjá babba (omma og abbi) vóru alkoholikarir og babba segði at hann fór ongantíð at vera sum tey og hann akksum hataði tey tá. Men so er babba aftur byrjaður at fáa kontakt við tey og eg haldi at tað var so at aftaná eina tíð, tá vóru blivin gift byrjaði babba at drekka. Hann vil ikki skiljast frá mammu. Mamma hevur roynt alt hvat hon kann. Eg hati babba. Systir mín, sum eg eri mega góð við, og sum hevur hjálpt mær nógv, hon er alíkavæl góð við babba. Men systir mín býr ikki heima, men eg haldi at hon hevur upplivað verri ting enn eg, men eg klári ikki meir! Eg má ofta lúgva fyri mínum vinum, hvar pápi mín er, og ofta tá hann er úti og drekkur kann eg sum oftast ikki taka nakran vin heim, tí eg veit ikki nær hann kemur aftur og um hann er púra svakur. Tað nyttar onki at tosa við babba um tingini, hann spælir so forb***að óskyldigur. Og tá eg havi rópt ordiliga nógv eftur honum, sigur hann bara come on tú veitst babba elskar teg. Og eg verði so súr, tí hann kann ikki vita hvussu man elskar nakran, tá hann hevur gjørt so nógv ímóti mær og familjuni so leingi . 
Mamma mín roynir alt hvat hon kann fyri at alt skal fungera, og hon sigur at vit øll mugu hjálpa til, eisini við at rudda og sórit. Og eg vil so gjarna, men eg veit ikki hvat feilar mær, eg eri so sløv, eg ruddi ikki eingang mítt kamar serliga ofta. 
ja eg veit ikki :( 
Havi ongantíð fortalt nøkrum vini um hetta, og eg tori heldur ikki. Alt mítt lív havi eg roynt at yvirbevísa øll hini hvussu stuttligur og fittur pápi mín er, haldi eg. Men eg orki ikki meir!!
Annars haldi eg sjálv, at eg eri noxo fornuftig, havi ikki sjálvmorðstankar, sjálvt um eg onkuntíð ikki klári lívið. Veit at onkran dagin skal tað blíva frægari, men veit ikki hvussu :'(

Góða tú!
Takk fyri brævið!
Rúsdrekkamisnýtsla ávirkar alla familjuna, og tú dugir sera væl at lýsa, hvussu tað kann vera at hava ein pápa, sum drekkur ov illa.
Tað er neyvan lætt at verða tú!

Tá eg lesi títt bræv er tað serliga eyðkennandi, at tú følir teg kroysta, skammast av pápa tínum og hevur skuldarkenslur yvir fyri mammu tíni. Tú er allatíðina í tvístøðum – tað er alt ov slítandi fyri teg!

Tú roynir at fjala rúsdrekkatrupulleikarnar, sum pápi tín hevur, fyri vinfólkunum og øðrum.
Fyri vinfólkunum roynir tú at lýsa pápa tín sum stuttligan og fittan – soleiðis sum hann kanska eisini er, tá hann ikki gongur fullur, og soleiðis sum tú kanska kundi ynskt tær, at hann altíð var!?
Tað er hart! Partvís tí tú alla tíðina skal verða bangin fyri at onkur skal uppdaga hvussu illa tað stendur til heima hjá tykkum. Samstundis kanst tú heldur ikki tosa frítt við nakran uttanfyri familjuna, um hvussu tú hevur tað – hóast tú veruliga hevur fyri neyðini at kunna leita tær hjálp og troyst uttanfyri familjuna, tá harðast leikar á heima.

Tú hevur skeldast og tosað við pápa tín. Tú hevur fortalt honum hvussu ill tú ert, og hvussu hansara misnýtsla ávirkar teg og familjuna. Tað er gott at tú fær luft! Men tað má vera sera torført at uppliva, at pápi tín svarar tær aftur, við at lata sum um hann er púra ósekur og við at gera tað tú sigur til einkis, við at siga at tú skal slappa av og siga hvussu góður hann er við teg.
Tíverri er tað so, at ein misbrúkari sjálvur ofta er tann allarsíðsti, ið skilir ella vil viðganga, at hann hevur ein trupulleika.
Tíverri er tað ikki sannlíkt, at pápi tín fer at gevast at drekka, uttan so, at hann sjálvur ásannar hvussu stórar trupulleikar hann hevur.
Og tíverri kanst tú hvørki skelda, lokka ella hótta pápa tín til at viðganga, at hann er drankari og at hansara misbrúk oyðileggur alla familjuna.

Fyrr vildi pápi tín einki hava at gera við síni egnu foreldur, tí tey drukku. Og pápi tín drakk heldur ikki, tá hann giftist við mammu tíni. Men tað er broytt – og nú sær pápi tín ikki, at hann er blivin júst sum tey foreldrini, hann ikki vildi kennast við. Tað er syrgjiligt!

Mamma tín hevur neyvan ætlað at gifta seg við einum drankara. Men nú stríðist hon fyri at fáa alt at hanga saman. Tað er sjálvandi keðiligt fyri hana, at hennara lív hevur útvikla seg soleiðis.
Tað tykist, sum tú hevur samkenslu við mammu tíni, tí pápi tín drekkur og hon tí má stríðast so. Eisini virkar tað, sum tú hevur ringa samvitsku, tí tú ikki heldur teg hjálpa henni nóg væl.
Mamma tín hevur rætt í, at sjálvandi mugu øll í eini familju hjálpast at, við at fáa gerandisdagin at hanga saman. Tað merkir tó ikki at tú eigur, ella skyldar henni, at lata sum einki ella fjala rúsdrekkamisnýtsluna hjá pápa tínum!

Tú tosar við systir tína um trupulleikarnar. Tað er sjálvandi gott, at tit báðar kunnu tosa saman um tað. Tú sigur at hon hevur hjálpt tær nógv – tað er eisini gott. Tað tykist tó, sum tú samanber teg sjálva við systir tína. Tú sigur, at tú heldur, at systir tín hevur havt tað verri enn tú, hóast hon ikki býr heima longur. Systir tín sigur seg enn vera góða við pápa tykkara – og tað følir tú ikki at tú er.
Tað er gott, at systir tín hevur yvirskot til at verða góð við pápa tykkara – og kanska enntá fyrigeva honum fyri hansara drekkarí. MEN satt at siga, so er tað líkamikið um systir tín hevur tað verri ella betri við pápa tykkara enn tú, ella um hon er sterkari ella veikari enn tú. Tað er heldur ikki tín ábyrgd, um mamma tín ella systir tín klára at fjala og liva við rúsdrekkatrupulleikunum hjá pápa tínum. Kanska følir tú, at tú ikki er eins sterk og mamma tín og systir tín, kanska følir tú, at tú svíkir tær, um tú noktar at hjálpa teimum at fjala trupulleikarnar!?

Hevur tú hugsað um, at tú og tín familja hava so stórar trupulleikar, at tað er gott at tú reagerar!?
At tú ávirkast so nógv, og er ill um at pápi tín drekkur, er kanska eitt tekin um at tú í veruleikanum er tann sunnasta av tykkum øllum, at tú ikki bara kann lata sum einki!?
Hevur tú hugsað um, at kanska ert tú tann sterkasta av tykkum øllum, tí tú torir at taka trupulleikan upp – til dømis við at skriva til okkara?
Eg haldi tí hevur rætt – tú er sera ‘fornuftig’ – og tað er flott, at tú torir at seta hol á trupulleikan í familjuni!

TÙ hevur tað ikki gott, og tað er tað sum telur!
Tú sigur, at tú ikki orkar meir og tað er væl skilligt!
TÚ hevur uppiborið at hava tað gott og hava eitt trygt og gott heim og foreldur, sum kunnu ansa uppá teg og hvørs trupulleikar, tú ikki skal skal noyðast at fjala útvyir.
Tær tørvar hjálp!

Hvørki tú ella nakar annar, kunnu fáa pápa tín at gevast at drekka, og tú kanst ikki avgera hvat mamma tín og systir tín skulu gera ella føla. Men tú kanst fáa hjálp til at bera ta tungu byrðu, sum tað er, at vera barn í eini familju, har eitt foreldur hevur rúsdrekkatrupulleikar – og eitt tað fyrsta stigið er at gevast at fjala trupulleikarnar.

Tær tørvar ein vaksnan, sum tú hevur álit á og sum tú kanst tosa við!
Tí fari eg at heita á teg um at finna ein vaksnan, sum ikki er í familjuni, at tosa við – tú kanst t.d. venda tær til heilsusystrina á skúlanum har tú gongur, ella ein lærara, sum tú hevur álit á.

Eisini kanst tú ringja til Tú & Eg Ráðgevingin telefonina. Har eru vaksin, ið hava tíð at tosa, og sum hava vitan um tín trupulleika. Nummarið er 116 111 (minnst til, at tú ringir ókeypis og eingin veit hvør tú er ella sær títt nummar!)

Tú kanst eisini lesa meira um at hava foreldur við rúsdrekkatrupulleikum undir ‘EG & LÍVIÐ’ ‘Tá foreldur drekka’, og tú ert sjálvandi altíð vælkomin at skriva aftur til okkara.

Við bestu heilsum,
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…