Takk fyri brævið til okkara, eg skal royna at geva tær eitt skjótt bræv. Tað kann verða at tú longu hevur tikið næsta stigi….hettar er ein eitt sindur spennandi støða tú ert í, og eg kann ímynda mær at tú hevur summarfuglar í búkinum.
Tað er nemliga ikki so nemt at ráðgeva um hvat stig tú nú skal taka og hvussu tú skalt gera tað. Eg kundi hugsa mær at vita um hettar er ein drongur tú kennur, ella sum tú sært oftani kanska hjá felags vinum ella so. Eg skilji væl tú fegin vil nærkast honum enn meira, tá ið tú hugsar so nógv um hann. Eg trúgvi ikki tú skalt verða bangin fyri at virka desperat við at vísa honum áhuga, eg kann hugsa mær at tú eisini hugsar um hann nú vil hava teg, um tú virkar ov ivrig. Nú veit eg heldur ikki hvat tú heldur virka desperat, men eitt smíl er altíð gott at fáa.
Tey bestu ráðini eg kann geva tær, er at verða trúgv ímóti tí tú følir, ert tú áhuga í honum so vís honum tað, tú kann sjálvsagt ikki avgera hvat ið hann følir, men vóna at hann eisini er trúgvur ímóti sínum egnu kenslum. Tað ger kanska onki um tit læra hvønn annan spakuliga at kenna. Tað oftani gott í byrjani, tí so følir man betri hvat ið tað er man hevur hug til, og hvat ið man ikki hevur hug til.
At enda vil eg bert ynkja tær góða eydnu.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin