Search
Close this search box.
Heeeeeeeeeeej!:p tit eru cool at gera hetta fyri tey, sum ikki tora at spyrja nakran :p ….Emmm nær missur man hvølpafitina, tí eg haldi eg eri nokk so feit, men heilsusjúkrasysturin sigur, tað er hvølpafitin. Eg vigi 53 kg hægst??… Og eg má spyrja um hetta eisini, eg eri 13 ár, gangi í 6. og brúki B í BH, er tað normalt? Og nógv halda, at eg síggi út sum ein 14, 16 ára gomul genta; bara sum er 1,52 cm stutt. Hví halda tey, at eg eri 15 ár umleið? Er tað av bróstunum hjá mær?

Hey “Eldri enn eg eri”.
Tú vilt hava svar uppá fleiri spurningar, so eg byrji við tí um BH. Tíbetur, so hava vit genturkvinnur sera ymiska stødd á bróstum, so vit kunnu ikki siga, um ein stødd er meira normal enn ein onnur. Men eg kann vissa teg um, at tað er heilt normalt at brúka B í stødd, tá ið man er 13 ár.
Tú ert í tannárunum og sum tú veitst, so broytist kroppurin sera nógv hesi árini. Sum tú sigur, so er tað t.d. hvølpafitin, sum tú ynskir, skal fara “av tær” og hann fer so við og við. Tað er annars sera ymiskt, hvussu kroppurin hjá gentum mennist og broytist hesi árini. Nakrar gentur búnast fyrr enn aðrar, soleiðis er tað bara, og tað kann man einki gera við. Sum eg skilji títt bræv, so ert tú ein genta, sum búnast nokkso tíðliga, og virkar vaksnari enn tú í veruleikanum er. Men tað kann væl vera, at tað ikki bara er av støddini á bróstunum hjá tær, at onnur halda, at tú ert eldri, men at tað eisini er tí, at tín kroppur sum heild er tíðliga búnaður. Summar gentur eru keddar av, at tær búnast seint. Og eg skilji, at tú ert eitt sindur kedd av, at tú búnast tíðliga. Men tað sum gentur noyðast at gera í tínum aldri, er at royna at góðtaka hvussu kroppurin búnast og annars ansa eftir sínum kroppi. Og tað ger man best við at eta sunnan mat og røra seg nokkso nógv.

Alt tað besta.
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…