Hey ” elska hvønn annan”
At verða forelskaður er ein so stór og innarlig kensla, at eg kann ímynda mær, tað verður ringt at fáa forelskilsið at hvørva, tí at hon er 14 og tú ert 20.
Tað, at tú ert 20 ár og hon er 14 ár merkir, at tað er revsivert fyri tykkum at hava kynsligt samband við hvønn annan. Eg veit ikki, um tað er tað, sum tú heldur vera skeivt, ella hvussu tú meinar, tá tú heldur tað vera skeivt, sjálvt um tú tímir. Men tit kunnu jú eisini gott ganga saman, uttan at hava kynsligt samband. Tað er jú einki galið við at vera forelskaður.
Men tú kanst royna at minna teg sjálvan á, at:
At hava kensluna av, at tað er skeivt kann órógva tykkum bæði. Royn at finna fram til, hvat tað er, sum ger, at tú heldur tað vera skeivt. Er tað annað enn aldurin?
Tú sigur, at nú vil hon koma saman við tær. Tú skalt royna at hugsa um, hvat tú sjálvur vilt innast inni.
Tú sigur, at tit elska hvørt annað, og at tit kunnu tosa um alt, sum tilber.Tað er deiligt, at tit hava hvønn annan, og vónandi kunnu tit eisini tosa um tað, sum tit ivast í.
Tú ert vælkomin at venda tær aftur til okkara, um tú hevur brúk fyri tí.
Alt tað besta!