Search
Close this search box.
Hey, eg havi skriva her inni á fyrr, men fekk onki svar – So góðu svara hesaferð??
Eg gangi ofta í svørtum klæðum, og mær dámar tað væl. Eg vildi kalla meg fyri EMO.
Men mínir vinir og systur sigur at Emo bara er sovorðin deprimeraði fólk, sum eru cuttarir (Skera í seg) og sum ikki hava nakað lív.
Men eg eri glað, og dámar mær væl mín stíl. Hvat skal eg siga við tey..??

Kunna tit siga mær hvat EMO er præcis??

Har sum eg búgvi, eru ongin sum eg. Ella ongin sum gongur í somu klæðum sum eg ella eri sum eg, ella sum skilir hvat eg snakki um, lurtar eftir saman musikki…..Bara dreingir…Ella lat okkum bara siga, at vissi eg eri emo, so er ongin Emo didda sum eg kann fylgjast við… tí er tað eitt sindur ringt at vera ‘eg’… 
Hvat skal eg so gera??
Mær dámar væl mín stíl og eg vil ikki broyta meg!! Tí eg eri sum eg eri, men tað hevði verið deiligt at havt onkran at fylgjast við – hvis tit vita hvat eg meini við??
Eg fylgist ofta við mínum vinum, og tey eru fitt. Men allíkaval nýtist mær onkran sum er ‘líka’ sum eg, lurtar eftir sama slag av musikki og sórit.
Góðu svarið hesaferð.

Hey EMO
Tú vilt hava okkum at siga tær præcis hvat EMO er. So frægt sum eg veit, so var EMO upprunaliga eitt slag av tónleiki sum kom fram í 80´unum, og sum var inspirerað av hørðum punki og sum hevði fokus á kenslur. Kanska serliga tungar kenslur, um hjartasorg , ótta, sjálvmorð, mista trúgv uppá lívið o.s.fr. Men, EMO er eisini ein stílur.  Svørt klæði, svart hár (helst við fruntinum niður fyri eyguni) og nógva svarta sminku. At vera EMO er ikki negativt. Tvørturímóti er tað móti, serliga í U.S.A. Men, av tí at tær tungu kenslurnar vera dyrkaðar, er til dømis tað at skera seg sjálva, og onnur destruktiv atferð, útbreidd í EMO umhvørvum. Og tað er ikki so gott.

Um tú kennir teg sum ein EMO, um tú dámar EMOtónleik og um tú hevur EMOstíl, jamen so ert tú EMO. Ein glað EMO, deiligt.

Eg skilji væl at tú ynskir at tit eru fleiri sum hava sama áhuga fyri EMO. Tað er stuttligast at vera fleiri. Men um eingin annar er EMO har sum tú býrt, so fært tú kanska ikki gjørt so nógv við tað. Tó, so kann tað vera, at tú kundi fingið samband við onnnur sum hava tíni áhugamál á netinum? Tað góða er at tú hevur onkur vinfólk sum tær dámar at vera saman við, hóast tey ikki eru sum tú. Og hóast tað ikki er lætt at vera eitt sindur øðrvísi, so skalt tú vera tann tú er, og vera stolt av tí!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin.

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…