Search
Close this search box.
Hey eg havi eitt sum eg haldi er eitt stórt problem. Eg havi onki empati og tað vil eg hava ; eg blívi nógv happa og eg hati tað, so eg skilji ikki hví eg sjálv happi? Og eg flenni eftir sjúkum fólki, og havi stjolið nógv frá fólki, og i dag angri eg tað, og eg føli meg illa um eg hevði stolið frá fólki i dag. Men eg stjal enn ur handlum og føli meg ikki illa av tí men eg hevði vilja, at eg føldi meg illa av tí, og eg havi ein lita beiggja. Eg havi innan í bara hug at knúsa hann sundur, tí hann er so forbannað irreterandi og ein onnur helvt av mær vil skilja hann og hjálpa honum við ikki at vera so illsintur og voldiligur men tann ”ónda síðan av mær fær meg ikki til tað… Eg skilji ikki hví eg havi tað soleiðis.. Hví tann góða síðan ikki kann vera størri enn tann ónda, og eg hevði eisini vilja at eg hevði vilja hjálpt brekaðum fólki, tí ein siða av mær tekur synd i teimum og alt tað vanliga sum vanlig fólk gerahalda og so hin síðan sum heldur tey eru vemmilig og ólekkur og bara vilja at tey skulu halda seg langt burt og bara fucka av :(((  eg eri ca. 80% ónd og 20% góð, so tit kunnu tit hjálpa mær at fáa meira empati og hjálpa mær hvussu eg kann fáa hesir ringu tankarnir um onnur burt? Eg vil so gjarna vera fitt og hjálpa, men eg havi líkasum ein djevul í mær, sum ikki vil tað so plz hjalp :((

Góða genta,
Túsund takk fyri brævið. Tað er gott, at tú skrivar til brævkassan, tí tað sýnist sum hetta eru tankar, ið tú hevur havt í eitt longri tíðarskeið, og sum óivað  eru truplir at berjast við einsamøll.   Tú skrivar, at tú ikki heldur, at empatisku evni tíni eru nóg góð. Tú skrivar, at tú heldur, at størsti parturin av tær er óndur og minni parturin fittur, og at ringu tankarnir fyllla nógv .
Fyrst av øllum haldi eg, at tað er týdningarmikið at minnast, at lívið ikki er svart og hvítt, at  vit ikki eru em>antinem> fitt ella ónd. Tað, at eitt nú forsyndast inn á lítlabeiggjan er als ikki  óvanligt , serliga tá ein er tannáringur. At vera tannáringur er fyri nógv ein trupul tíð við ógvusligum kenslum, og hetta kann kennast   ørkymlandi.  Tað, sum hevur størstan týdning er, hvussu tú handfer tær ymisku kenslurnar, og at tú hevur hug at gera nakað við støðuna, sum tú ikki ert nøgd við.
Tað sýnist at verða týðiligt, at tú ert kedd av støðuni, og at tú ynskir at broyta nøkur ting. Tú nevnir fleiri ting, tú hevði ynskt at broytt, eitt nú, at tú happar, stjelur og at sambandið við lítlabeiggjan kundi verður betur. Tú skrivar, at tú vil hjálpa beiggja tínum, so at hann ikki er so illsintur og harðligur. Tað er týðiligt, at tú ikki er líkaglað, at tú leggur í onnur og kenslur teirra.
Tað er týðiligt, at tú ynskir at broyta hugburðin, tú hevur mótvegis øðrum, men tú nevnir ikki beinleiðis, hvat tú hugsar um teg sjálva, hvussu eru teir tankarnir ? Tú lýsir teg sjálva í brævi tínum til okkum sum eina gentu, sum er ”em>ca. 80% ónd og 20% góðem>”. Hetta bendir á, at tú hevur rættiliga negativar tankar um teg sjálva, at tú heldur lítið um teg sjálva. Er hetta nakað, tú hevur hugsað um?
Tá ein er tannáringur, kunnu kenslurnar  fyri summi sum sagt gerast øgiliga sterkar, og tætt kann vera millum kærleikahatur og at vera keddglað. Kenslur kunnu koma knappliga, onkuntíð uttan at persónurin veruliga veit hví,og nógv finnast harðliga at sær sjálvum . Mann hugsar kanska: ”eri eg vanlig?”, ”uppliva onnur líknandi  kenslur?”, ”hvør eri eg í grundini?”, ”dáma onnur meg?”, ”dámar mær meg sjálva?” og ” eri eg fitt ella ónd?” Hetta eru nátturligar kenslur, men tað eru ofta júst hesar kenslur, sum gera tað torført (og flovisligt) fyri nógv at snakka við onnur um, hvussu tey hava tað.
Nógv skilja ikki júst, hví tey gera tað tey gera og hugsa tað tey hugsa. Tú skrivar sjálv, at tú hevur hugsað um, hví tú ikki kanst steðga við stjala og happa. Tað kann vera lætt at lata teir negativu tankarnir taka tað mesta av plássinum og ikki at geva pláss fyri positivum tankum. Heldur enn bert at siga, at tankar og gerðir tínar eru antin óndar ella góðar, er gott at royna at seta fleiri orð á, hvat fyri kenslur tú merkir. Byrja í tí smáa, og set tær ítøkilig og stigvís mál, sum t.d. at leggja til merkis, júst hvat tað er tú merkir hugsar um,  tá tú eitt nú fært hug at happa ella stjala, hugsavna teg um kensluna, og ger alt tað tú ert ment fyri ikki at reagera uppá hana. Á hendan hátt fert tú so við og við at leggja til merkis  júst hvørjar kenslur, ið gera at tú eitt nú kennir teg freistað at happastjala og tað fer at kennast lættari at stýra teimum.
Tað kann vera torført at loysa trupulleikar sum hesar einsamøll, tí hugsi eg eisini um , um hetta er nakað,  tú møguliga vilt tosa við ein vaksnan um? (hóast eg skilji at hetta óivað kenst torført). Hetta kundi verið foreldur, ella um tú gongur í skúla, møguliga heilsusystirin ella flokslærarin. Um tú heldur, at tað er torført beinleiðis at tosa við onkran, ber eisini til at skriva teimum eitt bræv. Í brævinum tú skrivaði til okkum, dugdi tú sera væl at seta orð á kenslur tínar, og hetta er fyri nógv eisini ein lættari máti at kunna siga, júst hvat tað er, ein hugsar.
Tað er sannlíkt, at tað hevði hjálpt at hugt eftir tær sjálvari uppá ein meira positivan máta, og at virðismeta teir góðu  eginleikar, tú sjálv hevur fyri at kunna hugsa meira positivt um onnur. Tú spyrt í brævi tínum um ítøkilig ráð.  –Tú kundi byrja við einari einfaldari venjing, har tú skalt sig trý góð ting við teg sjálva áðrenn songartíð hvørt kvøld. Í byrjanini kann tað verða okkurt, ið beinleiðis sæst, t.d. “mær dámar væl mín eygnalit”, mítt smíl,hárlit osfr. Tá tú hevur vant teg við hetta, (tú skalt veruliga minna teg sjálva á at siga 3 positiv ting hvønn dag, sjálvt um tað er torført), skalt tú royna at hugsavna teg um meira persónlig ting og eginleikar innan í tær sjálvari, sum tú leggur merki til, t.d. at tú hevur verið fitt móti lítlabeiggjanum í dag,at tú hevur  rósað onkrum osfr.
Tað er eingin ivi um, at hetta fer at kennast løgið og torført í byrjanini, og tað er væl møguligt at tað fer at kennist eitt sindur skeivt at siga hetta við teg sjálva, men so við og við kann hetta vera við til at broyta mátan, tú sært bæði teg sjálva og onnur. Tú fer spakuliga at byrja at leggja til merkis  tað góða við tær sjálvari, og við øðrum.
Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur til okkum.
Kærar heilsur,
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…