Telefon: 610140 (mán. – frí. kl. 10-12)

Teldupost: barnabati@barnabati.fo

 

Hey. Eg eri ein genta, og eg vil gjarna spyrja um tað er merkiligt ella skeivt at fara saman við einum drongi sum er 1½ ár yngri. 2 skúla ár ímillum. Eg eri bangin fyri hvat fólk fara at siga. Eg gangi í 8 fl. og hann gongur í 6. Vónandi fáa tit hjálpt mær. -Takk.

Hey hey! Tú spyrt, um tað er merkiligt ella skeivt at fara saman við einum drongi, ið er 1,5 ár yngri enn tú. Eg veit ikki, hvat tú sipar til, tá tú brúkar vendingina at fara saman við. Tað er revsivert at hava kynsligt samband við ein, ið er undir 15 ár, so eg vil svara tær soleiðis, at tað er ikki loyvt, um tú hugsar um kynsliga samveru. Annars vil eg siga, at tað hvørki er skeivt ella undarligt at vera drigin at einum, ið er 1,5 ár yngri enn tú, bara tí at tað ikki er so vanligt.

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi