Hey! Eg byrjaði “pubertet” tá eg var 10 og eg eri langt frammanfyri hinir í klassanum, er tað nakað galið?

Hey hey

Takk fyri brævið.

Tað er heilt vanligt hjá dreingjum at kynsbúning byrjar millum 9 og 14 ár. Tað er eftir øllum at døma einki gali við tær.

Tey siga at tað er eitt gott hugskot at fara til læknan um kynsbúning byrjar áðrenn man er 9 ár (fyri dreingir). Um hetta er nakað tú hugsar nógv um kanst tú altíð fara til heilsufólkið í skúlanum og fáa eitt gott prát, hetta er nakað sum tey vita alt um.

Tú kann lesa meira um hvat hendur í kroppinum í mín kroppur, leinkjan er herundir. Tú er eisini vælkomin at skriva ella ringja aftur um tú ynskir at tosa meira.

Tú & Eg Ráðgevingin

Mín kroppur

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt