Search
Close this search box.
hey tit eg eri bangin fyri hvat hini í flokkinum halda um meg og siga um meg….. tey í flokkinum hava tað við at finna eina gentu og spotta hana út hvat skal eg gera um tey tosa um meg????

Halló “ eri bangin “!

Takk fyri brævið! Tað er gott, at tú skrivar inn um hetta evnið, ið snýr seg um “at spotta út“ ella “útspilling “.
Summi fáa tað betur av at niðurgera onnur. Hetta tí at tey sjálvi kenna seg ósikkur. Ofta eru tey samstundis óttafull og øvundsjúk.
Í tínum flokki er tað møguliga ein av teimum, ið ræður, ið er tann, ið fær hini at hava ein slíkan ljótan atburð. Tað kann gott vera, at onkur av teimum, ið eru við til at spotta út, hava tað ringt við útspillingini. Tað kann vera, at tey gera tað, tí at tey tora ikki annað. Kanska tey verða komandi offrið, um tey siga “nei “.
Tað, ið eg kann ráða tær til at gera, er at fara til flokslæraran og greiða honum frá tínum ótta. Tú kanst spyrja hann um tit kunnu hava “ floksfundir “. Tað fyrsta evnið, ið lærarin kundi tikið upp á floksfundinum, kundi verið “ hvat er ein góður floksfelagi ? “.
Tú kanst eisini printa hetta svarið út, og vísa læraranum tað, tá tú fert at tosa við hann ella hana.
Tú eigur ikki at vera óttafull ímillum tínar floksfelagar. Ístaðin eigur tú at kenna teg glaða og trygga í flokkinum.

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…