Search
Close this search box.
Eg havi akkurát tiki ein test á netinum um eg eri lesbisk. har stóð at eg eri 59%, og hettar var svari: There is a good chance that you are a lesbian based on your personal characteristics and interests. You should do more reading and research into the subject. Also, spend some time reflecting objectively to determine if you have had romantic feelings toward women. Eg havi havt følisir fyri venindini hjá mær, men eg tordi ikki at siga tað fyri nøkrum, veit ikki orduligani hvat eg skal gera. Kunna tit geva mær góð ráð?

Góða tú, ið spyrt, um tú ert lesbisk!
At taka ”testir” á alnótini kann vera stuttligt, men tað er absolutt ikki nakað, ið ein skal taka fyri fult og halda vera ”tað rætta” ella ”sannleikin”. Tù hevur tikið eina ”test” ið sigur, at tú ert 59 % lesbisk – og hvat so? Hatta sigur hvørki eitt ella annað og eg haldi tú bara skalt flenna at tí og siga ”takk fyri hjálpina”. Tù sigur, at tú hevur kenslur fyri vinkonuni hjá tær. Tað er heilt vanligt, at gentur hava kenslur fyri gentum – og sínum vinkonum. Tú nýtist ikki vera lesbisk av teirri grund. At tendra uppá sítt egna kyn eru tað nógv sum gera – eisini tey ið eru heteroseksuell. Tað kann gott vera, at tú ert lesbisk og tað kann gott vera, at tú ikki ert tað. Tú kanst jú eisini vera biseksuell – and so what! Tað er líka mikið, um tú nú ert til hettar ellar hattar. Tað, sum hevur týdning fyri teg er, at tú góðtekur teg sjálva fult og heilt soleiðis sum tú nú einaferð ert skrúvað saman. Og at tú virðir tín egna seksualitet og seksualitetin hjá øðrum. Vit eru øll ymisk og tað hava vit loyvi til at vera. Ert tú forvitin eftir at vita meira um homoseksualitet, kanst tú seta teg í samband við LGBT Føroyar á heimasíðu teirra www.lgbt.fo. Tey veita eisini kunnan og ráðgeving til fólk, ið fegin vilja vita meira um seksuellar minnilutabólkar.  

Kærar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…