Takk fyri at tú hevur tikið stig til at skriva inn til okkara. Eg dugi at síggja, at tú ert ein genta, ið hevur umsorgan og ynskir alt tað besta fyri systir tína. Tað er væl skiljandi, at tú bleivst ræðuliga ill, tá ið tú varnaðist, at ein lærari hevði happað systir sína. Tað er nakað, ið ikki skal henda. Lærarin er tann vaksni og hann hevur ábyrgdina av børnunum, ið hann hevur. Lærarin er tann, ið skal vera ein fyrimynd fyri allar næmingarnar. Hann er tann, ið eigur at vegleiða og eygleiða. Tí er tað ógvuliga harmiligt at hoyra, at sovorðið hendir.
Tú skrivar eisini, at systir tín ofta kemur grátandi heim, og at tað eru ymiskar orsøkir til tað, men tú skrivar ikki hvørjar orsøkir. Tá systur tín ofta kemur grátandi heim, so er nakað áfatt og tað ørkymlar teg. Men tú ert ov ung til at hava ábyrgdina av systir tíni, og tað er heldur ikki tín ábyrgd. Tú kanst vera góð við systir tína, og hava umsorgan fyri henni, men tað eru foreldrini hjá tykkum, sum eigur at taka sær av teimum trupulleikunum sum systir tín hevur.
Um tú enn einaferð tosar við mammu ella pápa tín, men uttan at tað førir nakað við sær, so kanst tú royna at tosa við onkran annan vaksnan, sum so kann tosa við foreldrini hjá tær. Er til dømis onkur annar vaksin í familjuni hjá tær, sum tú tosar væl við, og sum kundi hjálpt tær? Um tað ikki eydnast, so ert tú vælkomin at skriva ella ringja aftur til Tú & Eg Ráðgevingina. Góða eydnu!