Góða genta 15 ár við etingar ólag. Rætt er, at tað , tú sigur frá er álvarsligt, tú etur næstan onki og so spýr tú eisini . Hettar er sera vandamikið, tú verður ekstremt rak, kemur at mangla vitaminir , lívsneyðugar feittsýrur og mineralir, menstruationin fer at steðga, tú kanst fáa skaða uppá nervavæv og gøgnini sum livurin og avkálking, sum lætt gevur beinbrot. Og um tú ert erlig, so er tað ljótt at vera so rak. So tað er ógvuliga gott, at tú vilst gera nakað við hettar. Ikki tosa við vinkonurnar, tað er alt ov álvarsligt fyri tær, tú mást fara til tíni foreldur, sig t.d. eg havi tað ikki gott og so kunnu tit koma inn á evnið. Um hettar ikki ber til so ein annan vaksnan, sum tú hevur álit á. t.d. i familiuni ella heilsusysturin. Tak hettar svarið og brævið við , so kanst tú lesa fyri teimum, um tað er ov torført at tosa . Ella tey kunnu lesa.
Kanska veit tú, at etingarólag er ein háttur hjá tær, at fáa kontrol, at stýra tinum lívið, t.v.s. orsøkirnar eru psykiskar og hava ofta samband við hvussu familian fungerar. Soleiðis er sjálvdan nóg mikið at siga eg gevist, viðgerðin er oftast samtalu terapi yvir longri tíð.
Í Føroyum er er eitt teambólkur av dugnaligum heilsu starvsfólki a psykiatriska deild , sum veita ambulanta (ikki innlagdur) viðgerð.
Góða eydnu við viðgerðini og teir skaðarnir, eg havi nevnt lekjast tá tú fært normala vekt.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin