Góða genta við etingarólag
Fyrst vil eg takka tær fyri títt bræv. At viðganga at ein hevur etingarólag er ikki lætt, men kortini torir tú at biðja um hjálp. Tú vísir, at tú tekur teg sjálva í álvara og fegin vilt fáa tað betur, tað er sera djarvt av tær. Tú skrivar eisini, at tú hevur lágt sjálvsálit. Um títt lága sjálvsálit og títt etingarólag hongur saman ella ei, dugi eg ikki at siga. Hjá summum ger tað og hjá summum ger tað ikki. Tað er tó sera týdningarmikið, at tú, uttan mun til hvussu títt sjálvsálit hevur tað, em>íem> em>fyrstu atløguem> roynir at fáa skil á tínum matarvanum og fært eitt meira avslappað em>forholdem> til mat og kaloriur. Tá hevur tú eisini meira yvirskot til at arbeiða við tínum sjálvsáliti. Hetta verður eitt langt svar – les tað í tínum egna tempo og vend aftur til tað, vísir tað seg at vera tær ein hjálp.
Sum tú sjálv so væl greiður frá, so hevur tú nú útvikla bulimi. Bulimi er nevniliga ikki ein sjúka ein bara “fær”, tað er nakað, ein “útviklar”. Summi útvikla bulimi skjótari enn onnur og hjá summum gerst tað so álvarsmikið, at tey gerast sjúk. Tað sum ofta hendir áðrenn ein byrjar at spýggja matin upp aftur og útviklað bulimi er, at ein í longri tíð hevur haft negativarem> em>tankar um mat, etið minni og minni og á ymiskan hátt nokta sær sjálvum ta føði, kroppinum tørvar. Tá kroppurin ikki fær nóg mikið av mati tulkar heilin hetta sum um, at kroppurin er komin í em>hungursneyðem>. Kroppurin fær tí boð um, at “spara uppá orkuna” og seta forbrenningina niður. Samstundis fær kroppurin eisini boð frá heilanum um, at hann alla tíðina skal leita eftir mati og eta so nógv hann kann, er matur í nánd. Tí heilin veit ikki, nær kroppurin fær mat aftur og høvuðsuppgávan hjá heilanum er, at fáa kroppin at yvirliva. Tað er millum annað tí, at tú hevur so stóra trongd til at eta og so ringt við at steðga aftur. Tín heili sendir eina rúgvu av signalum um, at tú skalt blíva em>viðem> við at eta tí heilin veit ikki, nær tú fært mat aftur. Hví ella undir hvørjum umstøðum tú byrjaði at spýggja, kunna tað vera nógvar grundir til og tær fari eg ikki at viðgera her. Men kroppurin spýr í fyrstu atløgu tí kroppurin ikki hevur tað gott. Og eru tað komnar ovurstórar mongdir av mati niður í hann, er tað em>natúrligtem> hjá kroppinum at spýggja matin upp aftur og ofta eisini em>neyðugt, em>skal kroppurin kunna virka vanligt og koma í javnvág aftur. Við ovurstórar mongdir av mati meini eg ikki við, at etaem> ósuntem> ella koma til at eta ein tallerk av døgurða ov nógv. Eg meini við mongdir, ið ein vanligur persónur ikki hevði klára at etið í einum so sum; em>3 pakkar av mjólk, 2 fransbreyð, 2 pakkar av smør, 6 pakkar av páleyk, 6 hot dog, 4 soft ice, 5 pakkar av smákøkum, 10 sjokulátaplátur, 2 litrar av sodavatn…em>osfr. At spýggja av og á er ikki skaðiligt fyri kroppin. Men trupuleikin verður skjótt tann, at stutt eftir, at kroppurin hevur spýð matin upp aftur, sendir heilin aftur boð út um, at kroppurin skal leita eftir mati og halda á fram, at eta. Heilin er eisini soleiðis samansettur, at hann trívist best við føstum em>vanumem>. Men heilin dugir ikki at skilja ímillumem> ringarem> ogem> góðarem> vanar. Tá tú byrjar at eta og spýggja, so upplivir heilin hetta ikki sum nakað ringt, men bert sum eina atferð, ið skal gerast til ein regluligan em>vanaem>. Eisini dugir heilin sera væl at løna sær sjálvum fyri sínar vanar og hevur eina innbygda “lønarskipan”, ið sendir nakað, ið verður rópt “gleðishormonir” út í kroppin. Summir vanar aktivera hesa skipan meira enn aðrir og við summar vanar vera so mikið nógv gleðishormonir aktivera út í kroppin, at heilin mest sum fær eitt “kick” og gerst skjótt “avhengigur” av teimum. Men gleðishormonini varða ikki so leingi og virka við tíðini verri og verri. Tað ger, at heilin sendir enn sterkari signalir út í kroppin um, at em>endurtaka em>sama vana so heilin framhaldandi kann kenna somu “gleði” ella fáa sama “kick”. Rúsdrekka – og rúsevnismissnýtlsa eru dømir uppá tílíkar “vanar” og tað vísir seg, at tað er at em>oveta og spýggjaem> eisini. Samanumtikið merkir alt hetta, at em>samstundis em>sum tín heili sigur við tín kropp, at tað er hungursneyð og at hann alla tíðina skal leita eftir mati og eta, sigur heilinem> eisiniem> við tín kropp, at hann skal blíva em>viðem> við at spýggja matin upp aftur, tí heilin vil hava sítt “kick”. Og gerst tú ikki sum heilin sigur, sendir heilin bara út enn fleiri “eti og spýggju” boð til tú at enda ikki fært latið vera og bara “mást” eta og spýggja. Hetta kann skjótt gerast ein ónd ringrás, har hvørja ferð tú em>ikkiem> etur ella bara etur “sunt”, bert fært størri trongd til at eta og spýggja, sum aftur ger tað enn verri hjá tær at hava tamarhald á em>hvat em>og hvussu em>nógvem> tú etur.
Tað góða hjá tær er, at tú hevur enn ikki haft bulimi nóg leingið til, at henda ringrás er vorðin ein “kroniskur” partur av tær. Hetta merkir, at tú, við góðum vilja og røttu hjálpini, rímiliga skjótt kann fáa tamarhald á tínum matarvanum soleiðis, at tað verður em>túem>, ið stýrir matinum og ikkiem> maturinem>, ið stýrir tær. Tað sum er mest umráðandi fyri at fáa steðga ovátinum og spýggjunum er, at tú etur regluliga og ikki gongur svong. Tú skalt eta 5 til 6 ferðir um dagin, 3 høvuðsmáltíðir og 2 til 3 smærri millummáltíðir og ikki lata tað ganga meira enn 3 tímar ímillum hvørja máltíð. Tú skal eta góðan og vanligan mat og helst eta nokk av feitti afturvið hvørjari máltíð. 60 % av heilanum er feitt og heilin tørvar feitt, fyri at virka nøktandi. Og halt teg frá em>lightem> matvørum og drekka, tað kann gera trongdina til at oveta størri. Tað hevur týdning, at tú torir at eta teg metta og ikki noktar tær sjálvum ávísan mat. Matur er tín vinur og fyri at koma burturúr bulimi hevur tað størstan týdning, at tú fært tínar matarvanar í rætt lag. Nú veit eg ikki, um nakar veit av tínari støðu. Men tað kundi kanska verið tær ein hjálp, at sagt tað við tíni foreldur. Tað kann vera sera ringt, at byrja at eta vanligt aftur, meðan ein hevur bulimi og ofta er tað ein stór hjálp, at onnur hjálpa einum á veg. Tíni foreldur kunna eitt nú hjálpa tær at meta hvat og hvussu nógv tú skalt eta og vera hjá tær, em>meðanem> tú etur og em>aftanáem>, tá trongdin at spýggja er størst. Nú veit eg ikki, um tú drekkur alkohol, men alkohol kann hjá summum økja um trongdina at oveta, so kanska tú skuldi hildið teg frá alkohol eina tíð. Svøvnur er eisini sera góður fyri teg. Svevur tú ov lítið, kann tað gera tað verri hjá tær at standa ímóti trongdini til at oveta og spýggja. Tí skalt tú helst sova millum 8 og 10 tímar hvørja nátt. Er trongdin somikið stór, at tú ikki fært staðið ímóti, kanst tú royna at “útseta” ovátið hálvan tíma í senn. Aftaná hálvan tíma kanst tú royna at útseta ein hálvan tíma aftrat. Kanska fært tú heilt latið vera við at oveta og spýggja og um tú ikki fært, so er hetta ein sera góð venjing fyri teg. Jú longri tíð tú klárar at útseta tað, jú longri tíð gongur tað eisini ímillum, at tú ovetur og spýrt og jú lættari verður tað fyri teg í longdini, at útseta meira og meira. Eitt heitt brúsubað kann eisini hjálpa. Vatnið skal vera soðmikið heitt, at tú akkurát ikki brennur teg. Statt undir brúsini í 20 til 30 min og lat vatni renna mest beint niður á høvdi, nakkan, millum herðabløðini og niður á bringuna nakað yvur hjartanum. Hevur tú tað ordiliga ringt, kann tað vera at tú hevur onkran góðan vin, sjeik, foreldur ella systkin, ið tú kanst ringja til ella sum kunna koma til tín og stuðla teg ígjøgnum ringastu trongdina at oveta. Kanska kennir tú eisini onkran, ið hevur havt etingarólag og sum nú kann stuðla tær.
Tað kann taka langa tíð at koma burturúr bulimi so tú mást hava gott tol við teg sjálva. Rósa tær sjálvum tá tað gongur væl og kemur tú til at oveta og spýggja so lat tað fara. Tað sum hevur mest at siga er, at tú heldur á fram at eta regluligar máltíðir 5 til 6 ferðir um dagin og ikki gongur svong ella noktar tær sjálvum ávísan mat. Men um einki er vorið betur um eini 6 mánar ella tað kanska er vorið verri og tú ovetur og spýrt enn meira, vil eg ráa tær til, at søkja hjálp hjá einum sálarfrøðingi ella onkrum, ið tú kennir teg trygga við og sum kanska kann hjálpa tær víðari. Tú ert sjálvandi altíð vælkomin at skriva aftur til “Tú & Eg Ráðgevingina” og eisini kjatta ella ringja til okkara. Vit eru her fyri teg og vilja fegin hjálpa og stuðla tær.
Kærar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin