Hey tú, ið fært ilt av sex!
Takk fyri brævið. Eg vildi ynskt, at tú hevði upplýst, hvussu gomul tú ert. Tá eg ikki veit tín aldur, verður tað trupult hjá mær at ráðgeva tær. Tú sigur, at tú ert nógv ov strømm, og tú roknar við, at tað er grundin til, at tú fært ilt. Tað er ikki vist, at tær feilar nakað kropsliga. Tað kann eisini vera tí, at tú ikki hevur følt teg nóg trygga ella heilt tendraða undir kynsligari samveru enn. Tín aldur er avgerandi, um tú ert kynsbúgvin ella ikki. Tað er stórur munur á, um tú ert 15 ár ella um tú ert 18 ár. Tú sigur einki um, at tú hevur havt ein fastan sjeik, sum tú hevur havt kynsliga samveru við fleiri ferðir ella um tú hevur havt skiftandi partnarar. Tað kann eisini hava ávirkan á, um tú følir teg trygga ella ikki. Tú setir spurningar um, hvat tendrar teg, hvat tú vilt og um tú kennir tín kropp. Kenslurnar og kroppurin samarbeiða, so hatta eru spurningar, ið tú kanst royna at finna út av. Tað, sum hevur stóran týdning er, at tú kennir teg væl fyri og trygga og at tú hevur hug. Tú kanst lesa nógv meira av viðkomandi tilfari um kynslív á www.sexlinien.dk
Um tú hevur brúk fyri at skriva aftur, við tínum aldri, ella um tú heldur vilt kjatta ella tosa, ert tú vælkomin.
Tú & Eg Ráðgevingin